Tað kom púra óvart á býráðslimir í Havn

Býráðslimir vistu ikki av, at ongar reglur eru á økinum og tí kunnu fólk gera sum tey vilja

 

 

Tórshavnar Kommuna hevur ongar reglur fyri, hvørji lýsingaskelti og sjónvarpsskíggjar við lýsingum, kunnu seta upp, og ella hvar tey verða sett upp.

Fólk kunnu nevniliga gera sum tey vilja, uttan at spyrja býráðið um lov. Tað var niðurstøðan á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið. Býráð skuldi viðgera eina umsókn frá Neistanum um at seta sjónvarpsskíggja við lýsingum upp á felagshúsið beint við ljósreguleringina í R.C. Effersøesgøtu.

Málið hevur verið til viðgerar í Føroya Kærustovni og har er niðurstøðan, at ongar treytir eru fyri at seta lýsingaskelti upp, hvørki í byggisamtyktini ella í byggilógini.

Býráðið kann tískil ikki geva nøkrum loyvi til at lýsa við skeltum, men býráðið kann heldur ikki nokta nøkrum at gera tað.

Men Kærustovnurin sigur, at Tórshavnar Kommuna er byggivald og tí kann býráðið seta treytir fyri lýsingarskelti.

Tað hevur býráðið ikki gjørt og tískil skal býráðið heldur ikki viðgera umsóknina frá Neistanum, tí býráðið kann hvørki geva felagnum loyvi at seta skelti upp, ella nokta teimum at gera tað.

Og sostatt kann Neistin tendra lýsingaskíggjan í morgun um so skal vera.

Neistin hevur havt lýsingaskelti á húsunum í næstan 20 ár, men býráðið hevur -av órøttum- bara givið fyribils loyvi til lýsingaskelti.

Talan var um skelti við deyðum myndum á, men nú ætlar Neistin at seta sjónvarpsskíggjar upp við livandi myndum.

Men Neistin fekk boð frá býráðnum, at einki nýtt skelti mátti setast upp, fyrr enn loyvi var fingið til tað. Men, sum sagt, hevur býráðið givið hesi boð av órøttum, tí ongar reglur eru á økinum, og Neistin kann tí tendrasjónvarpsskíggjan í morgun, sum ein annan dag, uttan at spyrga býráðið eftir.

Skíggin, ætlanin er at seta upp, hevur innbygdan ljósmátara, ið lagar ljósstyrkina á skerminum eftir umstøðunum, soleiðis at ljósstyrkin minkar um kvøldarnar.

Ljóskvæmið kann eisini lagast til, er tørvur er á tí og Neistin sigur, at við hesum verður tryggjað, at grannalagið, og ferðslan, ikki órógvast.

Kommunan hevur fleiri mál um talgild skelti til viðgerðar í løtuni. Talan er bæði um umsóknir um loyvi at seta upp og um mál, har skeltir eru uppsett uttan byggiloyvi, men nú er greitt, at tey, sum vilja seta lýsingaskelti, og lýsingaskíggjar upp, hava als ikki fyri neyðini at spyrja kommuna eftir.
Annars eru fleiri skýggjar settir upp kring býin við sterkum blinkandi handilslýsingum, bæði í bústaðarøkjum og í vinnuøkjum og fleiri hava fingið boð um at sløkkja teir, tí teir órógva fólk.

Fleiri klagur eru komnar frá fólki, sum siga, at øll húsini hjá teimum eru eitt blinkandi ljóshav, eisini um næturnar, so tey fáa ikki sovið. Og kommunan hevur eisini hótt við at draga tey í rættin, sum ikki akta boðini um at taka skíggjarnar niður.

Men tað er alt til onga nyttu, tí nú má býráðið ásanna, at tey hava ikki heimild at seta nøkur sum helst krøv á hesum øki.

Lýsingaskelti hevur verið ein góð inntøkukelda hjá Neistanum, og tann møguleikan vilja býráðslimir ikki taka frá teimum.

Men býráðslimir eru eisini samdir um, at tað verður neyðugt at gera reglur á økinum, eisini fyri at lýsingaskelti av hesum slagi ymsa staðni í býnum ikki órógva fólk í grannalagnum meiri enn gott er.

Og tað er eitt arbeiðið, býráðið nú fer undir.