Fyri eini løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum norðan fyri Kollafjørð, har ein bilur fór út av.
Løgreglan sigur, at alt bendir á, at bilførarin misti tamarhaldið á bilinum tá ið hann brádliga kom í krapa, sum var á vegnum.
Løgreglan sigur, at tað er krapi á vegnum summastaðni og tí kann tað vera eitt sindur lumpisligt at koyra. Tí heita tey á bilførarar um at vísa varsemi fyri ikki at verða tikin á bóli, skuldu tey brádliga komið at koyrt ígjøgnum krapa á vegnum.
Í ferðsluóhappinum í Kollafirði í morgun fekk bilurin nakað av skaða og bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Men tey hava ikki ábending um annað enn at hann hevur tað gott, sigur løgreglan.
Samstundis boðar Landsverk frá, at tað er vandi fyri hálku summastaðni, eitt nú á Viðareiði, á Kambsdali, á Oyggjarvegnum og í Vágum.