Tá jólini koma verður tað bara hugni 

- Tað er ein hugnalig tíð, tá tað er myrkt og illfýsið úti, og jólahýrurin er í toppi innandura, sigur Anja Sandoy.

 

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma?  

 

- Mær hevur altíð dámað væl jólahøgtíðina, bæði sum barn og sum vaksin. Mær dámar væl at hugna um familjuna og eisini á arbeiðsplássinum.  

Tað sigur Anja Sandoy.

 

Hon vísir á, at hon fyrireikar alt í góðari tíð, og henni dámar væl at savna familjuna undan jólum - og á jólum, um hetta ber til. 

- Einki skal mangla, og tá jólini koma, er tað bara hugni, spøl og góður matur á skránni. Eg haldi, at jólini snúgva seg nógv um siðvenjur heima hjá okkum. Síðan børnini gjørdust vaksin, og øll ikki altíð eru saman á jólum, er tað ikki altíð so lætt at halda á við somu siðum. Men, so finna vit bara uppá nýggjar siðir og vanar. 

Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum?  

- Eg plagi altíð at pynta innandura, áðrenn adventin byrjar. Tann langi, myrki veturin ger, at eg eri skjót á veg við jólaljósunum. Tað er ein hugnalig tíð, tá tað er myrkt og illfýsið úti, og jólahýrurin er í toppi innandura. 

Anja Sandoy sigur, at tað er maðurin, sum pyntar uttandura við nógvum ljósum, og hann plagar eisini at vera tíðliga á veg.  

Plaga tit at hava jólatræ - úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað? 

- Vit hava altíð havt livandi granntræ, men í fjør keypti eg okkum eitt eftirgjørt jólatræ, og tað er faktisk sera vakurt. Hetta var fyri, at vit kundu pynta jólatræið fyrr og soleiðis hava gleðina av jólatrænum longri. 

Hon vísir á, at nú verður jólatræið pyntað tíðliga, og hetta verður gjørt saman við ommu-og abbabørnum, áðrenn adventin byrjar. 

- Hetta er so sera hugnaligt og eitt longri njótilsi enn við einum livandi granntræi, leggur hon aftrat.  

Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til? 

- Eg eri liðug at keypa jólagávur fyri í ár, og eg keypti ta fyrstu í juni. Síðan havi eg keypt eina nú og aðra tá. Gávurnar eru 23 í tali, og eftirsum eg keypi tær so hvørt gjøgnum árið, er desember mánaði ikki so dýrur hjá mær, sigur Anja Sandoy.