Tá ið týskur kavbátur kom á Borðoyarvík

Nýggj bók greiðir frá sermerktari vitjan í Føroyum undir fyrra heimsbardaga

17. oktober í 1917 kom týskur kavbátur inn á Borðoyarvík sunnanfyri Klaksvík. U55 hevði fingið ymiskar skaðar, og vandi var fyri, at kavbáturin kundi søkka. Tí søktu teir neyðhavn at gera umvælingar, og tað gjørdu teir á Borðoyarvík.

 

U55 var farin úr Helgoland tann 26. september, men tað gekk illa frá byrjan. Veðrið var vánaligt, og kavbáturin fekk ymiskar skaðar. Hóast manningin gjørdi ávegis umvælingar, og kavbáturin helt fram við herferðini, gekk tað alt verri. Áhaldandi stormur í Norðuratlantshavi hevði við sær, at kavbáturin fekk umfatandi skaðar og kundi ikki kava ella søkja at skipum, sum ætlanin annars var.

 

Kommandantur umborð á U55 var Wilhelm Werner, og tá ið ringasta stóð til, gjørdi hann klárt til at spreingja kavbátin og fara í bjargingarbátar. Teir komu tó burtur úr ringastu støðuni og settu kós á Borðoyarvík. Har fekk kavbáturin 24 tímar til at gera umvælingar og fara avstað aftur. Arbeitt var alla náttina, og støðan batnaði so mikið, at kavbáturin setti kós út av Borðoyarvík innan teir 24 tímarnir vóru farnir.

 

Klaksvíkingar vóru ovfarnir av serliga gestinum, og onkrir róðu út til kavbátin í smábáti at forvitnast. Eisini kom danskt vaktarskip á Borðoyarvík at fylgja gongdini.

 

Danski journalisturin Knud Jakobsen hevur skrivað bók um U55, og hendingin í Føroyum er sentralur partur av bókini. Ein av manningin tók myndir á ferðini, og Knud Jakobsen hevur fingið fatur á hesum myndum, sum ikki hava verið frammi áður.

 

Bókin “U55 – berømt og berygtet” er 56 síður og er útgivin av Sea War Museum Jutland í Thyborøn. Bókin er skrivað á donskum máli og fæst til keyps í bókabúðum í Føroyum.