Tíðliga í morgun varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur var horvin. Tað var ein maður, sum hevði verið á náttarvakt á einum arbeiðsplássi einastaðni í vesturbýnum í Havn, men tá ið hann so skuldi til hús í morgun, var bilurin horvin.
Talan er um ein gráan Fiat 500 við nummarplátuni AN357.
Nú verður leitað eftir bilinum og løgreglan vil eisini hava greiði á, hvussu tjóvurin fekk fatur á lyklunum til hann. Lógu lyklarnr í bilinum, fær bileigarin bót, tí tað er ikki loyvt at lata lyklarnar liggja í bilinum. Løgreglan sigur, at hevur nakar sæð bilin, eru tey vælkomin at siga frá.