Tað hoyrist í vikuni

KUNNING

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Her og har
Nýggj sending í Lindini við Dánjal á Dul Jacobsen.
Hvønn mánadag kl. 13.30 er sendingin »Her og har« at hoyra á Lindini. Hetta er sending, har Dánjal lesur tilfar upp úr ymiskum bløðum og nýggjheitsbrøvum bæði heimligum og útlendskum. Til ber at senda tilfar til sendingina á e-mailadressu: pastor@gospel.fo. Eisini kanst tú ynskja tær ein sang, um tú sendur mail til nevndu e-mailadressu. Kravið er tó, at tú sendir eina frágreiðing um, hví tú ynskir júst tann ávísa sangin ella greiðir frá onkrum í samband við sangin. <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Á Lindini mánadagin kl. 13.30.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$"Keldan - eitt megnarverk!"
Hetta vóru fólk flest samd um aftaná vígsluhátíðina seinasta vikuskiftið.
Rás 2 sendi beinleiðis alt vikuskiftið frá Kelduni í Skálafirði, tá nýggi bygningurin varð vígdur. Í tí sambandi vóru gjørdar samrøður við Jastrid og Paula Høj samkomuleiðarar, Jógvan Martin Høj og Jóan Paula Jacobsen, limir í elstaráðnum, Regin Jacobsen fíggjarleiðara og Gittu og Jonhard Joensen limir í Kelduni.
Hesar samrøður verða nú endursendar, og tey greiða m.a. frá søguni hjá Kelduni, um arbeiðið uppá nýggja bygningin, hvørjar framtíðarætlanir tey hava og eitt sindur frá teirra lívið. Tey vísa á allan hátt fyrimyndarligt samanhald, offurvilja og áhaldni, og hetta hevur borið ávøkst. At enda hoyra vit brot frá talum og heilsum frá vígsluni.
Vit hoyra eisini tónleik millum samrøðurnar<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$. Á Rás 2 mánakvøldið kl. 20.00 og mikudagin kl. 15.00.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Leygarkvøld í Atlantis
Komandi leygarkvøld fer hin fyrsta av fýra undirhaldssendingum, ið verða sendar beinleiðis úr Atlantis, av bakkastokki. Á skránni verður talkshow, undirhald og musikcafé. Fyrsti gesturin verður Kristian Fríðrik Olsen, ið hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Prátað verður við Kristian Fríðrik, eins og aðrir gestir eisini støkka inn á gólvið.
Leif Waag Høgnesen er royndur hermari og leygarkvøldið fer hann at herma eftir nøkrum av sínum »yndisoffrum«. Eisini verður nomið við eitt nú herming, íblástur og fyrimyndir.
Á musikcaféini vitjar Steinvør Fonn, og onki undirhaldskvøld úr Atlantis uttan áskoðarar og orkestur, orkestrið verður mannað av Magna Husgaard, tangentar, Ólavi Øster, guitar, Eyðuni Nolsøe, bass, og Jens Paula Joensen, trummur. Vertur verður Gunnar Nolsøe<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$. <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Í ÚF leygardagin kl. 19.05.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Trý ár í Nepal
Tommy Petersen var í trý ár saman við familjuni í Nepal í Himmalaya. Hann arbeiddi hjá Danida-hjálparfelagsskapinum saman við fólkum úr fleiri øðrum londum. Nepal er millum tíggju tey fátækastu londini í heiminum, men Tommy Petersen sigur, at ongantíð hevur hann hitt so blítt fólkaslag. Helgi Jacobsen leggur til rættis. <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Í ÚF mikudagin kl. 16.03.
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Guðfrøðingur og marxistur
Tórður Jóansson, málfrøðingur, bókmentafrøðingur og fyrrverandi handilsskúlalærari, hevur ein tíð lisið guðfrøði í Glasgow. Tórður er framvegis politiskt virkin ytst á vinstravonginum, men tað er ikki í andsøgn við guðfrøðina, heldur tvørturímóti, sigur Tórður. <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Í ÚF hósdagin kl. 16.03.