Tað havi eg ongantíð sagt

Uni L. Hansen
Tónleikaummælari í Dimmalætting
-----------------------------

Tað undraði meg stóraliga, at eg í upplegginum til innslagið um G! festivalin í Degi og Viku mánakvøldið varð endurgivin fyri at siga, at tann sannroynd, at G! festivalurin ikki fer at kunngera nakað høvuðsnavn afturat, kann skaða festivalin í framtíðini.
Lat meg sláa fast einaferð med alla: Tað havi eg ongantíð sagt, og tað kom heldur ongantíð fram í innslagnum, ið kann síggjast inni á heimasíðuni hjá Kringvarpinum (www.svf.fo).
Spurdur av unga og gramma journalistinum Páll Johannesen, um tann sannroynd, at G! fyriskipararnir høvdu lovað eitt stórt navn afturat, men ikki megnað at hildið hetta lyfti, kundi skaða festivalin í framtíðin, svaraði eg: Tað vil tíðin vísa (eg eri ummælari, og ikki spámaður). Í samrøðuni segði eg eisini, at skráin til ársins G! festivali er sterkari tónlistarliga enn tann í fjør, men tað varð ikki hildið at vera áhugavert at sitera ein tónleikaummælara fyri, og tískil ikki tikið við í innslagið. Tað sigur ikki so lítið um ætlanina við innslagnum.
Eg kann tíverri ikki goyma meg aftanfyri, at eg góðtrúgvin stillaði upp til samrøðuna og varð misbrúktur. Eg havi arbeitt nóg leingi í fakinum til at vita, at tílíkt kemur fyri. Fyri at vera heilt erligur, so haldi eg eisini, at tað er sunt at royna tílíkt á egnum kroppi, so ein ikki letur seg freista av at gera líknandi fintur sjálvur. Men tað ger tó ikki kensluna, ið eg siti eftir við í maganum, frægari, og tað styrkir jú heldur ikki um álitið og umdømið hjá fjølmiðlum og fjølmiðlafólki.
Lat meg at enda sláa fast: Við ella uttan Europe, so kunnu fólk eftir mínari bestu sannføring trygt keypa atgongumerki og fara á G!. Ársins útgáva av G! fer enn einaferð at flyta mørk, eins og festivalurin hevur gjørt øll fimm árini, ið hann hevur verið hildin í Syðrugøtu. Tónleikurin, ið er á skránni, er bæði fjøltáttaður og áhugaverdur - í fleiri førum framúrskarandi. Men minnist eisini til, at G! er so ótrúliga nógv annað, enn bara tónleikurin.