Tað gongur strúkandi hjá Andrew

Fremad Amager er oddalið, Lyngby stríðist um ovastu plássini, meðan tað gongur heilt illa hjá Frem og Skjold

DANMARK 1. DEILD

Hjá tveimum av feløgunum, sum hava føroyskar spælarar á liðnum, gongur tað heilt væl, og hjá hinum báðum gongur tað minni væl.
Hægst á kambinum av føroysku spælarunum er í løtuni Andrew av Fløtum. Fremad Amager er oddalið eftir níggju umfør, og Andrew er besti málskjúttin hjá oddaliðnum. At hann undan ferðini til Ísrael er væl fyri, undirstrikaði Andrew aftur sunnudagin. Hann skoraði tvey mál, tá ið Fremad Amager við sannførandi 4-1 sigri á Kolding, tryggjaði sær fremsta plássið. Fremad Amager er í tættari kapping við Randers og júst Kolding. Øll feløgini hava átjan stig.
Andrew av Fløtum økti til 2-0 í 18. minutti, tá ið hann fluktaði innlegg í málið, og í 31. minutti økti hann til 2-0 við brotssparki. Fýra minuttir seinni var Andrew aftur upp á spæl, tá ið hann legði innfyri úr høgru, og so varð bólturin sendur í Kolding málið til 4-0.
Eftir steðgin var ikki sama ferðin yvir Fremad Amager, sum tað hevði verið. Gestirnir skoraðu eitt mál, men Fremad Amager hevði tó møguleikar at gera fleiri. Eitt nú var tað eina ferð tætt við, at Andrew av Fløtum, sum nú hevur skorað seks mál, fekk bóltin í málið.
Lyngby hevur verið heilt niðri í seriunum og vent, eftir at felagið seinnapartin av níti árunum og skjótt eftir at Todi Jónsson í 1997 var fluttur til FCK fór á húsagang. Nú eru teir aftur í næstbestu deildini, og har eru teir ikki kanónføði. Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir vunnu hesa ferð 2-1 á Eysturbrúgv móti Skjold við Atla Gregersen í miðverjuni. Lyngby er á fjórða plássi við sekstan stigum, meðan Skjold framvegis eigur fyrsta sigurin á. Teir hava bara fingið stig í tveimum javnleikum.
Frem plagar at teljast millum tey fremstu, men higartil í ár hevur gingið syndarliga illa. Sunnudagin átti Frem heimavøll móti Fredericia, sum fór til hús við 2-1 sigri. Frem hevur ikki megnað at vunnið á heimavølli higartil í hesum kappingarárinum. Nýggjur møguleiki verður mikukvøldið, tá ið Frem skal spæla útsetta dystin móti Brønshøj.
Sunnudagin var Jón Rói Jacobsen á vøllinum alla tíðina, og Jónas þór Næs kom á vøllin, tá ið tað restaðu fimm minuttir.