Tað gongur ikki so skjótt í Havnini longur

– Nú vilja fólk heldur flyta til bygdirnar kring landið

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram við somu ferð. Sostatt búðu 50.451 fólk í Føroyum tann fyrsta august, og tað eru 732 fólk, ella 1,5 prosent, fleiri enn fyri einum ári síðani.

 

Tað merkir, at tað hevur ongantíð verið størri fólkavøkstur enn tað er nú, uttan í 2000 og 2001, tá ið fólk fluttu heim í stórum tali eftur herviligu kreppuna í nítiárunum.

 

Hagstovan sigur, at hetta kemur mest av, at tað fluttu 445 fólk fleiri til Føroya enn tað fluttu úr Føroyum og so stór hevur nettotilflytingin aldrin verið áður –uttan í 2001, tá ið fólk fluttu heim aftur eftir stóru kreppuna í fyrru helvt í nítiárunum.

 

Samstundis vóru 277 fleiri børn fødd, enn tað vóru fólk, sum doyðu og tað er størsta burðaravlop síðani í 2007.

 

Tað mesta av tíðini, síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri einum trimum árum síðani, er fólkatalið vaksið nógv mest í Havnini, tí tí nógv tey flestu fólkini, fólkatalið vaks við, búsettust í Havn.

 

Men hagstovan sigur, at nú er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum. Nú eigur Havnin ein triðing av fólkavøkstrinum og hinir tveir triðingarnir eru uttan fyri høvuðsstaðin. Fyri einum ári síðani var tað øvugt.