Tað gongur fram á – men øgiliga spakuliga

Tað verður ikki tey fyrstu árini, at tey á Selatrað skulu seta nøsina upp eftir at fáa eitt vegasamband til og úr bygdini, sum er munandi betri enn tað er í dag. Tað skilst á øllum brøgdum, nú Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur greitt Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, frá, hvussu tað gongur við Selatraðarvegnum.

 

Vegurin av Strondum til Selatraðar er ein einbreytaður landsvegur upp á einar 10 kilometrar, sum varð gjørdur fyri næstan hundrað árum síðani. Landsverk hevur bøtt um umstøðurnar á nøkrum strekkjum og frá 2005 til 2014 eru tilsamans umleið 5,6 milliónir krónur brúktar til endamálið.

 

Í ár eru 1,5 milliónir játtaðar til Selatraðarvegin og hon verður brúkt til at asfaltera vegastrekkini, sum vórðu breiðkað fyri fleiri árum síðani. Talan er um tvey strekki upp á tilsamans 600 metrar og tað arbeiðið verður liðugt fyrsti dagin. Aftur næsta ár er ætlanin at brúka 1,5 milliónir upp á Selatraðarvegin og tann upphæddin skal brúkast til at breiðka og bøta um eitt strekki beint sunnanfyri grótbrotið.

 

Heðin Mortensen sigur, at skal allur Selatraðarvegurin breiðkast, og gerast til ein smalan tveysporaðan veg, sum er hóskandi til ferðsluna har, fer tað at kostar umleið 50 milliónir.

 

Vanliga hevði grót frá grótbrotum nærhendis, eitt nú av Lambareiði, verið brúkt til at breiðka Selatraðarvegin men Landsverk vísir á, at verður grót frá onkrari tunnilsgerð brúkt til at breiðka Selatraðarvegin við, fer tað at kosta vegagerðin 42 milliónir krónur.

 

Grótið frá Eysturoyartunlinum, eysturoyarmegin, verður býtt ímillum Runavíkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu, og sostatt verður tað brúkt til onnur endamál.

 

Men tá ið tað eina ferð verður farið verður undir tunnilin ímillum Gøtudal og Skálafjørð, kann tað grótið brúkast til Selatraðarvegin, sigur Heðin Mortensen.