Tað gongur eftir ætlan við Boðanesheiminum, Jóna

Jóna Mortensen hevur í bløðunum enn einaferð vavt alt saman, hvussu ábyrgdin viðvíkjandi eldrarøkt og røktarheimum her á landi er skrúvað saman.

Í grein leggur hon eftir Tórshavnar kommunu fyri at hava sovið í tímanum, tí at kommunan einki røktarheim hevur at bjóða teimum, sum ikki hava pláss í dag.

Vit kunnu skjótt verða samd um, at tørvurin á røktarheimsplássum er stórur í høvuðsstaðnum, men ketan hjá Jónu loypir fullkomiliga av, tá hon sigur tað vera “revnandi líkamikið”, um tað er land ella kommuna, sum skal veita borgarum eldraøkt og røktarheimspláss.

Hetta er bara ikki so. Hvussu so fegin kommunan vil, so kann hon ikki einvegis taka ábyrgd á einum øki, sum við lóg er lagt til annan myndugleika at taka sær av. Og á eldraøkinum  er ein greiður lógarásettur skilnaður.

At kommunan ikki hevur bygt røktarheim, frátekur á ongan hátt landinum ábyrgdina av allari eldrarøktini, herundir at byggja røktarheim ella at veita annað hóskiligt røktartilboð.

Nú er Jóna Mortensen ikki hvør sum helst. Hon hevur politiskar ambitiónir, og tí skuldi mann gingið út frá, at hon skilti, at ein myndugleiki ikki kann vassa inn á ábyrgdarøkið hjá einum øðrum. Slíkt rópast anarki, tað er vónandi ikki tað, ið Jóna Mortensen ynskir.

Harumframt skuldi mann vænta, at hon fylgdi nøkulunda við í almenna tíðindaflutninginum, tá um Boðanesheimið viðvíkur. Tí um hon gjørdi tað, so kendi hon gongdina í málinum og visti, at tilboðini uppá Boðanesheimið í løtuni verða viðgjørd, og at farið verður at byggja í hesum árinum.

Men tað er møguliga ikki tað, sum hevur hennara áhuga.