Tað gongur betur við klaveri í stovuni

Tað eru lærararnir, ið fáa skoluna, hvørja ferð ein OECD- kanning vísir, at donsk børn duga verri at lesa og rokna enn aðrir ungir verðinsborgarar. Men tá ið granskarar fara í dýpdina við tølunum, er ein onnur frágreiðing, sum heilt týðiliga slær ígjøgnum: Tað snýr seg um bakstøði hjá foreldrunum, sigur Anne Bech-Danielsen í eini grein í Politikken herfyri

Seinast í oktobur var alttjóða ráðstevna á Fjóni undir heitinum;  Skole & Samfund. Har lýstu granskarar í Danmark og úr øðrum londum, hvat skúlarnir vildu fáa burturúr við at nýta foreldrini konstruktivt í menningini av børnunum.
            Kanningar vísa, at børn, hvørs foreldur hava lítla skúlagongd, klára seg verri enn børn úr heimum, har bøkur eru á hillunum og klaver í stovuni.
            Ráðstevnan tók støði í PISA-kanningini, har 172.000 børn úr OECD-londunum vórðu nároynd í lesing, rokning og náttúru.
            Niels Egelund, professari, Danmarks Pædagogiske Universitet, hevur nærlisið risastóru dungarnar av dáta.
Tað vísir seg, at donsk børn ? hóast verðins dýrastu útbúgvingarskipan ? ikki duga so mikið væl at lesa, at tað eydnast teimum at náa um miðaltølini.

Klassisk mentan best
Hvussu væl børnini klára seg bókliga, er ikki bara treytað av atgongd til teldu og alfrøði heima. Tann klassiska mentanin børnini, uppliva heima, hevur størri týdning enn útbúgvingarstøðið hjá foreldrunum.
            Tey foreldur, sum seta pening í eitt klaver, gera sambært kanningini, íløgu í eina góða barlast til børn síni.
            Børn, sum sleppa við foreldrunum á konsertir og listaframsýningar ella tosa politikk heima, klára seg vanliga væl -  ikki bara í tónleiki, list og samfelagslæru, men eisini í skúlans torføru lærugreinum.
            Formaðurin fyri Skole og Samfund, Thomas Damkjær Pedersen, fatar ikki, at útbúgvingarskipanin ikki í størri mun tekur hædd fyri, at foreldrini hava ein so stóran leiklut í útbúgvingini av børnunum.
            - Í mun til, hvussu nógv vit annars hugsa um kostnaðin av danska skúlaverkinum,  er tað ótrúligt, hvussu lítið vit gera burtur úr samastarvi millum heim og skúla, sigur hann.
            Í samstarvinum millum heim og skúla, liggur ein stór orka. Flestu foreldur vilja fegin hjálpa, verður at enda sagt í greinini hjá Politikken.