Longu fyri fyrstu útoyggjastevnuna hevði ein ávís tilgongd verið, sum hevði til endamáls at vísa útoyggjum størri ans og áhuga.
Tað vóru fólk, sum hildu, at politikarar góvu útoyggjum og lítlar gætur.
Longu í 1999 tók Jenny Lydersen stig til ein fólkafund úti í Fugloy, og her beyð hon eitt nú politikarum við.
Nú útoyggjastevna aftur var í Fugloy í vikuskiftinum, varð tað eisini Jenny Lydersen, sum setti fundin.
Eftir fólkafundin í Fugloy í 1999 setti táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, eina útoyggjanevnd, sum skuldi koma við einum áliti.
Millum tey, sum komu í hesa nevnd, var eitt nú Olga Biskopstø, sum øll árini síðan hevur verið millum sterkastu talsfólk fyri útoyggjum.
Ov lítið ítøkiligt
Útoyggjafelagið varð stovnað í desember 2001 við støði í tí áliti, sum útoyggjanevndin gjørdi.
Eftir fólkafundin, sum nú aftur í ár varð hildin í Fugloy, segði Olga Biskopstø, at politikarar vísa ein sera positivan anda og áhuga fyri menning av útoyggjum.
- Men tað, sum liggur eftir, er, at politikarar vilja ítøkiliggera tann positiva anda, sum er, segði Olga Biskopstø.
Fólkatalið minkar
Fólkatalið á teimum átta útoyggjunum er minkað við 100 fólkum seinastu fimm árini.
Hetta kom fram, tá Olga Biskopstø og Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, kjakaðust í morgunsending í Útvarpi Føroya.
- Í 2007 búðu 340 fólk á útoyggj, men í fjør var hetta tal komið niður á 240. Hóast Útoyggjafelagið seinastu 12 árini hevur roynt at menna ella bjarga útoyggjunum, so gongur bara aftur á hondina.
Tað segði Olga Biskopstø, forkvinna í Útoyggjafelagnum, sum saknar eitt skipað arbeiði fyri at menna útoyggjarnar.