Tað gongur báðar vegir

HB legði ágangandi fyri, men so fótaði B36 sær, og síðstu løtuna undan steðginum var tað nógv á HB hálvuni

Líkindini eru fín, tað er nógv fólk og spenningurin er stórur á Tórsvølli, har teir nú fyrireika seg at fara undir seinna hálvleik í grannauppgerðini og toppuppgerðini millum HB og B36.

Støðan er framvegis málleysur javnleikur, og talan hevur ikki verið um heilt upplagdar málmøguleikar.

HB legði meiri ágangandi fyri, men seinna partin av fyrra hálvleiki var B36 kanska meiri ágangandi.

Tað hava verið nógvir nærdystir og onkra løtuna hevur tað av álvara prutlað undir lokinum.

B36 miðvallarin Erlendur Magnusson noyddist av vøllinum, og í hansara stað varð settur Magnus Holm Jacobsen.