Í hesum døgum tosa altjóða fjølmiðlarnir bara um kríggið í Libanon, og tí frættist einki frá krígnum í Gaza. Men tað heldur fram
Bardagarnir í Gaza halda fram í skugganum av krígnum í Libanon, og tann seinasta mánaðin hava 169 palestinar latið lív í ísraelskum álopum. Bara ein ísraelskur hermaður er fallin, og hann doyði, tá ísraelskir hermenn skutu hann av misgáum.
Síðani víðgongdir palestinar burturfluttu ein ísraelskan hermann tann 25. juni, hevur ísraelska hermegin søkt av nógvum málum í Gaza-geiranum. Ísrael sigur, at herurin og flogvápnið hava fingið boð um at oyðileggja samskiftis- og samferðslukervið hjá yvirgangsmonnunum. So seint sum mánadagin bumbaðu ísraelsk flogfør mál í Gaza. Palestinar hava svarað álopunum við at senda 71 heimagjørdar rakettir inn í Ísrael. Í sama tíðarskeiði hava ísraelsmenn skotið 1.050 granatir inn í Gaza-geiran, skrivar AP.
Í gjár royndi ein norsk semingsnevnd at sleppa inn í Gaza-geiran, men mátti venda aftur, tí Ísrael hevði stongt marknaliðini. Útlendskir eygleiðarar hava smáar vónir um frið í Gaza, eftir at ísraelski herurin hevur tikið formannin í palestinska tjóðartinginum við teirri grundgeving, at hann er limur í Hamas. Tann seinasta mánaðin hava ísraelsmenn tikið 64 Hamas-leiðarar.
Ísraelsku álopini á Gaza hava fingið fólk at venda sær ímóti Ísrael. Í januar vísti ein meiningakanning, at bara 25 prosent av palestinunum í Gaza tóku undir við ætlanini hjá Hamas at strika Ísrael av heimskortinum. Nú vísir ein tilsvarandi kanning, at 55 prosent styðja Hamas. Tann sama kanningin vísir, at 97 prosent av palestinunum styðja Hizbollah í bardaganum við Ísrael.










