Sáttmálasamráðingar
? Vit kundu hugsa okkum hægri løn á summum økjum. Men fyrr ella seinni má ein avgerð takast.
Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum, er hampiliga væl nøgdur við sáttmálan, sum varð gjørdur mikumorgunin við Fìggjarmálastýrið um maskinmeistarararnar, sum arbeiða hjá tí almenna, tvs, teir, sum sigla við Strandfaraskipunum og Magnus Heinason og teir, sum arbeiða á sjúkrahúsum og aðrastaðni á landi. Hinvegin eru teir, sum sigla við Vaktar- og Bjargingartænastuni nú blivinir tænastumenn, sum teir eru ikki uppí í í hesum umfari.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum sigur, at tilsamans hava maskinmeistararnir fingið eitt lítið sindur hægri lønarhækking, enn hini feløgini hava fingið.
? Vanliga lønarhækkingin og tað, sum hongur uppi í henni, er á sama støði, sum onnur feløg hava fingið. Men harafturat eru viðbøtur, flytingar í hægri lænarflokk o.a. sum ger, at tilsamans verður talan um eitt lítið sindur meiri.
Jógvan Nybo ásannar eins og navigatørarnir, at samanborið við onnur lond, eru maskinmeistarar hjá tí almenna í Føroyum ikki væl lønt.
?Men vit royna at fáa eitt sindur uppá hvørja ferð og tað eydnaðist eisini hesuferð.
? Tað gongur spakiligt, men tað gongur rætta vegin, hvørja ferð.
Hann sigur, at tað var eitt tógvið stríð at fáa semjuna í lag, men hann heldur at tað eydnaðist tí at báðir partar vístu vilja og vóru sinnaðir at finna semju.
?Sáttmálin er galdandi í hálvtannað ár og vit mettu ikki, at tað metti seg at fara í verkfall uppá munin í semingsuppskotinum, sum vit góðtóku og tað, sum annars lá á borðinum til síðst, sigur Jògvan Nybo.
Eisini Karsten Hansen, landsstýrismaður, fegnast um semjuna.
? Mín ábyrgd er, at øll feløg og allir fakbólkar fáa somu sømdir við atliti til teirra serligu umstøður. Tí gleðist eg eisini um, at batar eru gjørdir í sáttmálanum og at semjan er á sama stigi, sum hinir sáttmálarnir, sum gjørdir eru síðsta árið, sigur hann í einum stuttum tíðindaskrivi.