Tað gekk ikki akkurát sum vit høvdu ætlað

Tað hevur ikki gingið akkurát, sum vit høvdu ætlað. Tað staðfestir Bjarni Mikkelsen, lívfjrøðingur og hvalagranskari á Søvnum Landsins.

 

Tann fimta september varð sendari settur á fýra grindahvalir í eini lítlari grind í Bø. Endamálið var at fylgja við, hvussu grind ferðast. Men tað gekk ikki rættiliga sum ætlað, tí tað var rættiliga skjótt, at tveir sendarar slóknaði. 

 

Eisini ein triði sendari helt brádliga upp at senda eftir nøkrum fáum døgum, men gav so aftur boð frá sær í nakrar dagar, men nú er eisini hann slóknaður. Tað er ein hvalur, sum ikki fylgdur við hinum, men fór eystureftir og sum varð staddur 180 fjórðingar í ein beinan eystan úr Føroyur, norðan fyri Hetland, nú hann aftur gavst hendan dagin.

 

Hinir tríggir hvalirnir fóru suður yvir, men tveir av sendarunum slóknaðu, hvør eftir annan. Sostatt er tað bara sendarin á tí eina hvalinum, sum enn er virkin, og hann er nú staddur beint sunnan fyri Írland 860 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. 

 

Har hevur hann hildið seg í nakrar dagar og Bjarni Mikkelsen sigur, at hetta er annars tað syðsta, tey hava talt hval. Men hetta sigur stuðlar upp undir fatanina hjá hvalagranskaranum um, at útbreiðsluøkið hjá grindahvali, vit veiða, gongur heilt suður ímóti Asorunum.

 

Tað gekk sostatt ikki, sum vit vildu, tí vónin er, at tað skal eydnast betri og betri, hvørja ferð, vit merkja, og vit høvdu vónað, at sendararnir hesa fóru at virka betri enn seinast, tá ið teir sendu í 133 dagar.

 

– Longri, vit fáa fylgt hvalunum, betri fatan fáa vit av, hvussu hvalur ferðat um summarið og um veturin, og høvdu vit fingið sendarar, sum sendu í eitt heilt ár, høvdu vit fingið eina greiðari mynd av, hvussu ferðingarmynstrið hjá teimum er, sigur Bjarni Mikkelsen.