Tað gekk bæði skjótt og væl

Borgarin hevur fiskað 800 tons av makreli saman við ísfiskatrolaranum, Ametyst.

 

Umborð á Borgaranum, sum í gjár landaði umleið 800 tons av makreli til Faroe Pelagic í Kollafirði, vita teir at siga, at nógvur makrelur hevur verið at síggja.

 

Sambært Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini hevur Borgarin fiskað hesi 800 tonsini av makreli saman við ísfiskatrolaranum, Ametyst.

 

- Tað gekk bæði skjótt og væl at fáa makrelin - og so hevur veðrið eisini verið til vildar. Støddin á makrelinum er góð; hon liggur millum 400 og 500 gram.

 

Føroyska Sjómansmissiónin, sum hevur vitjað umborð á Borgaranum, veit eisini at siga, at 12 mans eru við skipinum. Manningin skiftist um at hava landingartørn, og tríggir av manningini landa hvørja ferð.