Tað gekk akkurát ikki ímóti Eysturríki

Føroyska U-21 landsliðið tók ikki av, tá ið tað enn einaferð var møguleiki at gera av við Eysturríki

Føroyska U-21 landsliðið í fótbólti var í kvøld um reppið at vinna stig í EM-undankappingardysti á útivølli ímóti Eysturríki. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð vóru heimamenninir ovurfegnir. Tað var ikki so undarligt. Talvan vísti 1-0. Einsamalla málið skoraði Sallahi í 28. minutti.

 

Í fyrra hálvleiki var tað lítið og einki, sum bendi á, at føroyska liðið skuldi hava nakran leiklut. Eysturríki hevði bóltin mest sum alla tíðina, og tað var sera torført hjá føroyingunum at sleppa úr verjustøðu og fram á miðvøllin, og harvið var tað uppaftur torførari at sleppa í álop.

 

Eftir steðgin vóru leiklutirnir heilt øðrvísi. Seinni hálvleikur var bara seks minuttir gamal, tá ið ein av eysturríksku spælarunum varð vístur av vøllinum. Hann sá gult tvær ferðir og harvið eisini reytt.

 

Sum seinni hálvleikur leið, vóru tað føroyingarnir, sum høvdu alt betri tak á spælinum. Tá gekk tað mesta fyri seg á eysturríksku hálvuni. Tað gekk tó striltið hjá føroyingunum at spæla seg til heilt upplagdar málmøguleikar. Tann besta fekk Jákup Thomsen eftir fínt uppspæl, men úr góðari støðu í brotsteiginum og eitt sindur til vinstru sendi hann bóltin framvið handara stólpanum.

 

Føroyar: Elias Rasmussen - Leivur Joensen, Andrias Eriksen, Hørður Askham, Ári Mohr Jónsson - Teit Jacobsen (Hákun Edmundsson, 46.), Betuel Hansen (Ari Mohr Olsen, 82.), Jonas G. Hansen, Magnus Egilsson (Meinhard E. Olsen, 71.) - Gestur B. Dam, Jákup Thomsen

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Fríði Sigurðsson, Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen og Benjamin Heinesen

Gult kort: Jonas G. Hansen

Venjarar: Bill Jacobsen og Eli Hentze

 

LIÐUGT

1-0

 

90) 1-0

3 minuttir lagdir aftrat, og føroyingarnir spenna av álvara álopsbogan

 

88) 1-0

Tíðin er farin at renna undan. Heimaliðið hevur ongan skund og brúkar nógva tíð í sambandi við deyðbóltsstøður.

 

81) 1-0

Ari Mohr Olsen avloysir Betuel Hansen

 

80) 1-0

Nú er bólturin nógv mesta partin av tíðini á føroyskum fótum. Eftir langt samanspæl varð bólturin stungin fram í brotsteigin til Jákup Thomsen, sum smekkaði til, men tiverri fór bólturin skeivu megin stólpan.

 

75) 1-0

Føroyingarnir eru væl meiri á bóltinum enn mótstøðumenninir. Tað kennist meiri sannlíkt, at okkara menn skulu megna at javna, enn at heimaliðið skal økja um leiðsluna. Men tað er framvegis torført hjá teimum bláu at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

 

70) 1-0

Føroyar skifta út. Magnus Egilsson fer av vøllinum, og Meinhard E. Olsen verður skiftur inn á føroyska liðið.

 

69) 1-0

Myndin er púra broytt. Nú er tað føroyska liðið, sum er mest á bóltinum, og teir samanspæla og bjóða seg til við stórum sjálvsáliti.

 

65) 1-0

Hóast eysturríkararnir eru undirmannaðir, so eru tað teir, ið eru mest á bóltinum og tiltuska sær hornaspørk.

 

62) 1-0)

Johan Gejel Hansen hevur sæð gula kortið.

 

53) 1-0

Føroyingar hava fingið góðan møguleika at standa seg betri i seinna hálvleiki. Eftir lítlari løtu hevur Gregoritsch hjá Eysturríki sæð gula kortið tvær ferðir, og harvið er hann rikin av vøllinum.

 

46) 1-0

Beinanvegin eftir steðgin kemur Hákun Edmundsson á vøllinum í staðin fyri Teit Jacobsen.

 

HÁLVLEIKUR

45) 1-0

Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í fyrra hálvleiki. Spælararnir eru á veg av vøllinum, og Bill Jacobsen, Eli Hentze og spælararnir skulu leggja upp ráð, hvussu tað skal eydnast betri at fáa álopsspælið at rigga. Føroyar hava alla tíðina havt tveir menn í fremstu røð, men teir hava havt millum lítið og einki at arbeiða við.

Verjuspælið hevur verið væl skipað, og hóast heimaliðið hevur havt bóltin mest sum alla tíðina, so hevur tað ikki eydnast teimum reyðu og hvítu at spæla seg til nógvar upplagdar málmøguleikar. Stóri trupulleikin hjá føroyingunum hevur verið, at ov nógv mistøk eru gjørd í uppspælinum úr verjuni og fram á miðvøllinum. Tað er sera vandamikið.

 

39) 1-0

So var aftur tætt við eftir horna úr vinstru. Bólturin trillaði framvið mállinjuni, men Elias Rasmussen var fyrstur á.

 

37) 1-0

Hetta verður strevið. Føroyingarnir renna støðugt aftaná. Nú tók Elias Rasmussen bóltin í luftini eftir horna úr vinstru.

 

32) 1-0

Tað mesta gongur fyri seg á føroysku hálvuni og ofta í og kring føroyska brotsteigin. Tað gongur illa hjá føroysku spælarunum at fáa annað í lag enn at sparka burtur.

 

28) 1-0

1-0: Sallahi

So gekk tað ikki meiri. Royndin var eitt sindur úr vinstru, og bólturin streyk flatt í handara síðunetið.

24) 0-0

Elias Rasmussen bjargar lættliga, tá ið heimamenninir royna seg úr 22 metrum.

 

22) 0-0

Tá ið føroyska liðið endiliga fær tiltuskað sær eitt fríspark, so verður nógv tíð brúkt til at avgreiða tað. 

 

20) 0-0

Tað er ógvuliga friðarligt í góðveðrinum í Wien. Hóast heimaliðið hevur bóltin nógv mesta partin av tíðni, so er føroyska liðið á ongan hátt pressað í botn.

 

16) 0-0

Eysturríkski liðformaðurin, Wydra, sum fyri løtu síðani rakti í stólpan, var aftur upp á spæl, men føroyingarnir blokeraðu.

 

12) 0-0

Eysturríki hevur havt tvær royndir, uttan at Elias Rasmussen hevur verið noyddur at bjarga. Tað verður framvegis bíðað eftir fyrsta føroyska málmøguleikanum.

 

10) 0-0

So var tætt við, at Eysturríki legði seg framum. Eftir horna brast bólturin í málkarmin aftanfyri Elias Rasmussen!

 

05) 0-0

Fyrstu fimm minuttirnar hevur tað verið ógvuliga friðarligt á tann hátt, at ongar royndir hava verið ímóti málunum. Dómarin hevur bríkslað fyri fýra fríspørkum - tvey hvønn vegin.

 

01) 0-0

Laurent Kopriwa úr Luksemborg er dómari. Vøllurin er góður, og líkindini eru fín. Sólin kagar undan, og tað eru 14 hitastig.

 

 

Føroyar: Elias Rasmussen - Leivur Joensen, Andrias Eriksen, Hørður Askham, Ári Mohr Jónsson - Teit Jacobsen, Betuel Hansen, Jonas G. Hansen, Magnus Egilsson - Gestur B. Dam, Jákup Thomsen