Jørleif Kúrberg
---
Vit eru ofta ov skjót at finnast at, tá ið okkurt ikki er júst so, sum vit vilja hava tað at vera. Ofta verður sagt, at vit føroyingar finna okkum í ov nógvum. Tað er ivaleyst rætt. Vit skulu krevja tað, vit hava goldið fyri, men alt ov sjáldan siga vit frá okkara nøgdsemi, tá ið okkurt er júst so, ella enntá betri, enn vit høvdu væntað. Tí hesar reglur um eina frálíka ferð við “Norrønu” okkara flaggskipi.
Í juli mánaði gekk leiðin til Danmarkar við “Norrønu”. Og frá tí vit komu á dekkið í Havn, og til vit 14 dagar seinni fóru í land aftur, var hetta ein frálík ferð, ikki minst “Norrønu” at takka fyri.
Á bildekkinum vóru fryntlig fólk, ið vístu okkum upp á pláss, spurdu hvar vit høvdu kamar, og so vístu tey á lættastu leið til kamarið. Frálíkt. Longri upp stóð aftur fólk fyri okkum til reiðar at vísa okkum á røttu leið, og løtu seinni sótu vit á einum reinum og nossligum kamari. Eftir stutta hvíld fóru vit at fáa okkum ein bita at eta. Her fingu vit aftur at síggja, at umborð á “Norrønu” duga tey minst líka so væl sum onnur, tá ræður um at fáa fólk at kenna seg væl við tær tænastur, vit kunnu veita. Tænastufólkini umborð vóru sera fitt og dugnalig: ikki ov áleypandi, men gjørdu sítt arbeiði til lítar. Og so tosaðu tey føroyskt! Maturin umborð var fyrsta floks. Og eg vil halda, at um onkur gera vrøvl um matin, eru hetta sovorðin, ið einki eru von við heiman.
Setti tú teg at fáa tær eina friðarliga løtu ella eitt prát við onkran, tú kendi, ja, so vóru fleiri góðir møguleikar til tað ymsastaðni umborð. Og allastaðni vóru hesi fittu, dugnaligu ungu fólk klár at gera sítt besta fyri, at øll skuldu kenna seg væl á skipinum. Og tey tosaðu føroyskt! Men tey tosaðu ikki bara føroyskt. Eg hoyrdi tey málbera seg væl við útlendingar, ikki bert á donskum, men eisini á góðum enskum og onkur eisini á týskum. Men tað havi eg sagt so mangan: “Vit eiga ein framúr dugnaligan ungdóm, ið dugir væl bera seg at.”
Summir av manningini komu eisini av og á millum ferðafólkið, og eg hoyrdi útlendingar taka til, at hetta var sera dámligt. Onkur kom eisini á tal við tey, og aftaná hoyrdi tú hesi fremmandu rósa t.d. einum matrósi, ið greiddi frá einumhvørjum um skipið ella sjálva ferðina.
Jú, bæði niður og upp aftur vórðu vit “borin á lógvum” av øllum, ið høvdu við ferðina at gera. Tað veri seg á skrivstovuni hjá Smyril Line til yngsta “jungmannin” umborð. Og tey tosaðu øll føroyskt!
Vit ivaðust onga løtu, hvussu vit skuldu ferðast nú komandi summar. Við “Norrønu” sjálvandi!
Var ferðaleiðari á útferðum hjá Smyril Line fyri ferðafólk, ið vóru á rundferð uttan fyri háárstíð, og tí høvdu nakrar tímar til stuttar útferðir í Føroyum. Eitt tilboð til ferðamannin, ið fall í góða jørð. Las eisini onkustaðni, at komandi ár fer ferðafólkatalið upp um hundrað túsund. Tað hava tit eisini uppiborið.
Blíðan byr