Í níti árunum reið fíggjarliga fleiri ferðir um snarið hjá Fótbóltssambandinum. Men sambært roknskapinum fyri 1999, sum varð lagdur fyri og samtyktur av aðalfundinum leygardagin, og sambært gongdini, sum roknað verður við í ár, so sær tað út til, at tað fer at bera til rættuliga at kjølfesta eginognina, sum hevur verið so slunkin, at raksturin hevur verið tryggjaður í sjónvarpsavtaluni við UFA.
At tað stendur væl til í kassanum hjá FSF kemst ikki av størri inntøkum heima á landi, men heldur av, at altjóði limaskapurin og altjóða virksemið hjá landsliðnum og feløgunum hevur við sær, at inntøkurnar eru øktar rættuliga nógv.
Gongdin
Rakstrarroknskapurin í fjør vísti eitt yvirskot upp á 1,59 milliónir krónur. Hetta er væl minni, enn tað, sum roknað varð við, men tað kemst av, at FSF hevur gjørt av, at veitingin frá UEFA í sambandi við EM?2000 kappingina skal inntøkuførast fyri ár 2000 og ikki fyri ár 1999, sum tað varð roknað við, tá fíggjarætlanin fyri 1999 varð løgd.
Fíggjarætlanin fyri 1999 roknaði við einum yvirskoti uppá 4.498.700 krónur. At gongdin var øðrvísi, enn roknað varð við, kemst av einari meirinntøku frá UEFA upp á 2,1 millión krónur og so av omanfyri nevndu útseting av inntøkuskráseting.
Útreiðslurnar vórðu mest ávirkaðar av, at stuðulinum frá FSF og til Tórsvøll upp á 1,5 milliónir krónur, og so av tí, at inntøkurnar av landsdystunum á heimavølli royndust verri, enn roknað varð við. Á Svangaskarði var avlopið umleið 200 túsund krónur minni, enn roknað varð við, og á Tórsvølli varð avlopið umleið 800 túsund krónur minni, enn tað varð roknað við.
UFA hevur í sjónvarpsavtaluni við FSF bundið seg til at gjalda ávísar upphæddir til FSF, sjálvt um inntøkurnar av sjónvarpingini ikki eru stórar. Hetta hevur havt við sær, at skuldin hjá FSF til UFA nú er 1,7 milliónir krónur. Nettoskuldin til Føroya Sparikassa og onnur er umleið 200 túsund krónur.
FSF eigur 652 túsund krónur til góða hjá UEFA, og av veddingarpengunum úr Danmark eigur FSF 931 túsund krónur til góða. FSF hevur lænt grunninum Tórsvølli 4,0 milliónir krónur.
Framtíðin
Tá Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, legði ársfrágreiðingina fyri aðalfundin leygardagin, segði hann soleiðis um fíggjarligu vánirnar:
? Við avlopinum í 1999 upp á 1,585 milliónir krónur er eginognin hjá FSF 1,654 milliónir krónur. Í ár 2000 verður afturberingin frá UEFA til FSF í sambandi við EM?2000 inntøkuførd. Hon er 2,2 milliónir krónur. Saman við mettu inntøkuni frá NM fyri a?landslið kann roknast við, at avlopið fyri ár 2000 verður umleið 3 milliónir krónur.
Um aðrar inntøkur segði Torleif Sigurðsson soleiðis:
? Í sambandi við at europeiska meistarakappingin er víðkað at fevna um 32 lið rokna vit við einari hækking í tillutaðu upphæddini upp á 450 túsund krónur um árið. Afturberingin fá UEFA í sambandi við EM rokna vit við fer at verða, sum hon hevur verið. Tað vil siga 2,2 milliónir krónur yvir fýra ár.
? FIFA hevur gjørt av, at øllum limalondunum í FIFA skulu tillutast ein millión dollarar fjórða hvørt ár. Í 1999 fekk FSF fyrsta gjaldið upp á 1,7 milliónir krónur. Hesin peningur er játtaður soleiðis, at limalondini skulu søkja FIFA um peningin, og tað skal undirbyggjast, hvat peningurin verður brúktur til.
Býtislykilin í sambandi við veddinarpengarnar úr Danmark er skrúvaður soleiðis saman, at FSF fær tólv av sjeyti pørtum. FSF hevur mett upphæddina fara at verða 400 túsund krónur um árið.










