Tá Finnbogi var í hvørjari stovu

Nú vísti Finnur Koba okkum tvær framúr og stuttliga kliptar sjónvarpssendingar um dagarnar fyri fjøruti árum síðan, tá Sjónvarp Føroya bleiv til, heilt nágreiniliga hin fyrsta apríl í 1984, tá vit fingu henda nýggja miðil inn á okkum, í almennum og lógligum líki. 

Birgir Kruse ummælir sendingarnar hjá Finni Koba »1984«, um byrjan sjónvarpsins:

 

– Ikki tí, tey, sum fyrr búðu í Danmark, høvdu bæði sjónvarpskassa og videobandupptakara við sær, tá tey komu aftur til úthavsoynna Føroyar, har vit onnur vuksu upp uttan sjónvarp, mitt í Vesturevropa.

 

Her var heilagi monolitturin Útvarpið hjá Niels Juel.

 

– Síðstu árini í 70’unum arbeiddi eg á Bryggjubakka, har eg saman við Elini Heinesen skrásetti spolabandsupptøkur við Símuni Nónklett, sum Janus Mohr hevði fyriskipað við klaverspæli hjá Rigmor inni í Eysturoynni...

 

Lesið meira VIÐ AT TRÝSTA HER

 

##med2##