Í Føroyum hava vit valt vælferðarsamfelagið til, men hvat merkir tað í praksis?
Við vælferðarsamfelagnum tryggjar landið, at allir borgarar hava nøkur rættindi. Málið er at skapa sosialan javnvág, tryggleika og fíggjarliga trygd, serliga teimum sum eru ringast fyri.
Í Føroyum er tað Almannaverkið, sum er umsitingarmyndugleiki, og hevur stóran part av ábyrgdini og skal tryggja, at eingin dettur niður ímillum skipanirnar.
Tølini vísa eina greiða gongd
Í 2021 fekk Almannaverkið 32% av fíggjarlógini, tvs. at Almannaverkið umsat 1,76 milliardir, ið var býtt millum fleiri deildir. Í 2024 fekk Almannaverkið 31% av fíggjarlógini, svarandi til 2.09 milliardir krónur.
Hetta vísir, at útreiðslurnar vaksa í krónum, hóast prosentparturin er nærum óbroyttur. Samstundis vísa tølini, at ein stórur partur fer til pensjónir.
##med2##
Nógvar eru veitingarnar, allar við ymsum endamálum. Nógv verður tosað um sokallaðu eldrabyrðuna, ið er vaksandi. Nóg hevur verið frammi um hvussu vit skulu skipa nýggja pensjónskipan.
Tá tøl gerast veruleiki
Hvat hevur sokallaða eldrabyrðan og Almannaverkið so at gera við hvørt annað?
Tað eru í løtuni 528 fólk, ið eru í tillagaðum starvi, ið er ein av teimum skipanunum í Arbeiðsbúgvingini. Samlaða játtanin higar er 159 mió kr, og er tillagað starv 76 % av játtanini.
Fyri at seta tað í perspektiv inniber tað, at ein stakur persónur, búsitandi í Tórshavnar kommunu fær eftir skatt 12.249 kr. uttan nøkur ískoytir. Hetta er ein óvirðilig upphædd til ein vaksnan persón at klára seg við í dagsins prísum.
Samanbera vit við ein fyritíðarpensjón undir somu premissum, ið bert fær frá Almannaverkinum er talan um 16.162 kr. eftir skatt og avgjøld.
Í miðal kostar ein leigubústaður í Tórshavn frá Bústaðir nærum 8.500 kr., sum er ein ov stórur partur av tiltøkupeninginum, ið skal til bústaðin. Hettar er ikki haldgóð livistøða.
Útfrá Almannaverkinum vóru 137 fólk í aldrinum 47-56 ár og 173 fólk í aldrinum 57-67. Harvið leggjast alsamt fleiri afturat pensjónunum og sokallaðu eldrabyrðuni.
Tað er tó eisini frávik í útgjaldinum í fyritíðarpensjónini og fólkapensjónini. Ein fólkapensionistur, undir somu premissum sum tey fyrru, hevur 14281 kr. eftir, tá skattur og avgjøld eru farin av. Í praksis inniber tað støðugan fíggjarligan ótryggleika í gerandisdegnum hjá lágløntum.
Ein ónd ringrás
Tøkupeningurin sum er vístur er áðrenn vanligu rokningarnar eru goldnar, og áðrenn bústaðurin etur meirilutanum av inntøkuni. Talan er um eina ónda ringrás við stúran og óttan fyri at hava grundleggjandi liviumstøður.
Tá grundleggjandi tørvur sum heilsa og røkt gerst ein fíggjarligur spurningur, heldur enn ein sjálvfylgja, verður vælferðarsamfelagið undirgravað. Tað, sum eigur at vera ein rættur, gerst í staðin ein luksusvøra, sum bert fá hava ráð til.
Politiska ábyrgdin
Vit tosa nógv um framtíðar avbjóðingar, um eldrabyrðu og pensjónir. Men veruleikin er tann, at avbjóðingin er rótfest og fløkt.
Alsamt fleiri eru í eini støðu, har fíggjarliga rásarúmið ikki strekkir, og har gerandisdagurin krevur støðuga raðfesting. Tað krevur tískil greið politiskt inntriv at rætta gongdina.
Inntøkur mugu fylgja við prísunum í dag. Tískil er neyðugt at hækka inntøkugrundarlagið á eitt virðiligt støði. Harumframt er neyðugt at tannrøkt ikki framhaldandi verður ein privat vinna, men heldur gerst ein partur av vælferðarsamfelagnum.
Tannrøktin skal ikki botna í, hvør hevur ráð at gjalda.
Harvið, um vælferðarsamfelagið skal geva meining í praksis, skulu vit tryggja at øll hava fíggjarligt rásarúm til eitt virðiligt lív.
Vinarliga
Amanda Elisabeth Garðalíð, valevni fyri Javnaðarflokkin













