Tað gongur væl í Føroyum. Men hesi bæði næstu árini, er væntandi, at tíðirnar fara tíðirnar at versna og tað fer helst eisini at fáa avleiðingar fyri føroyska búskapin.
Tað sigur danski tjóðbankin, í eini støðulýsing av føroyska búskapinum.
– Útlit eru til, at føroyskur búskapur fær minni undanvind tey komandi árini, tí eftirspurningurin á heimsmarknaðinum fer at minka, sigur Tjóðbankin.
Eftir teimum nýggjastu forsøgnunum, fer vøksturin í heimumfevnandi búskapinum at fella og orsøkin til tað er, at vinnuframleiðslan minkar í nógvum stórum londum
Fyri ein part er afturgongdin ein avleiðing av at óvissan um handilsósemjuna ímillum USA og Kina stendur við og versnar.
Eisini er politisk óvissa um framtíðar handilssambond ímillum Stóra Bretland og ES.
– Ábendingar eru um, at tað er stórur vandi fyri einum heimsumfevnandi búskaparligum hóttafalli hesi bæði næstu árini
– Tað økir um vandan fyri búskaparligum hóttafalli í føroyskum búskapi, sigur Tjóðbankin.
– Eins og Danmark eru Føroyar ein lítil og opin búskapur, sum í stóran mun er tengdur at samhandli við onnur lond.
– Tó at tann føroyski búskapurin er nógv øðrvísi enn tann danski, hava konjunkturarnir í hesum báðum londum verið rættiliga eins.
– Ein heimsfevnandi búskaparlig afturgongd kann tí væntandi hava avleiðingar fyri føroyskan búskap.
At stígur er komin í nógvastaðni, hevur enn ikki rakt tann føroyska arbeiðsmarknaði og tað er einamest tí at Føroyar eru so tengdar at fiskaútflutningi.
– Veiðan og framleiðslan av laksi í alibrúkunum eru stórt sæð ikki ávirkað av altjóða búskaparligum sveiggjum. Hinvegin er útflutningurin viðkvæmur fyri prísbroytingum á útflutningsvørum- og tænastum uttan úr heimi.
– Innflutningurin er ikki eins viðkvæmur og útflutningurin.
Fallið í útflutningsvirðinum tað seinasta árið er júst ein avleiðing av, serliga, lægri laksaprísum.