Tað eru serliga fimm kommunur sum skara fram úr

Sum heild gongur tað tann rætta vegin, men onkra staðni er støðan versnað

Javnstøðan ímillum kynini í bý- og bygdaráðum kring landið, batnaði eitt sindur á kommunuvalinum í gjár. Tað staðfestur Demokratia, sum virkar fyri javnstøðu í politikki.

Í nógvum kommunum gongur tað fram á, men í nøkrum kommunumm er javnstøðan munandi betri nú enn hon var í undanfarna kommunustýri.

Tað eru serliga fimm kommunur, sum skara burtur úr, og sum hava gjørt eitt risalop í sambandi við javnstøðu.

Tær eru: 

– Eiðis kommuna, sum er farin frá, at 86 prosent av bygdaráðslimunum vóru menn og 14 prosent vóru kvinnur, til fulla javnstøðu, har 57 prosent eru menn og 43 prosent eru kvinnur.

– Eysturkommuna, sum er farin frá at 78 prosent av býráðslimunum vóru menn og 22 prosent vóru kvinnur til fulla javnstøðu, har 55 prosent nú eru menn og 45 prosent eru kvinnur.

– Vága kommuna, sum er farin frá einari umboðan, har 73 prosent vóru menn og 27 prosent vóru kvinnur, til fulla javnstøðu, har 55 prosent nú eru menn og 45 prosent eru kvinnur

– Sands kommuna, sum er farin frá einum bygdaráðoð, har 86 prosent vóru menn og 14 prosent vóru menn, til fulla javnstøðu, har 57 prosent nú eru menn og 43 prosent eru kvinnur.

– Sumbiar kommuna, har alt bygdaráðið vóru menn til eitt býti, har tríggir menn og tvær  kvinnur nú eru í bygdaráðnum, og tað gevur eitt javnt býti í einum lopi, har 60 prosent eru menn og 40 prosent eru kvinnur.

 Eisini Tórshavnar býráð hevur fulla javnstøðu hesa býráðssetuna, tí sjey av teimum 13 býráðslimunum eru kvinnur og seks eru menn. Sostatt eru kvinnurnar í meiriluta við 53 prosentum av býráðslimunum, afturímóti at 47 prosent av býráðslimunum eru menn.

Í seinastu býráðssetu var javnstøðan í Tórshavnar Býráð eitt sindur skeiklað tí tá vóru átta býráðslimir, ella 62 prosent, kvinnur og fimm býráðslimir, ella 38 prosent, vóru menn.

– Í Vestmanna, Skopun, Tvøroyri, Porkeri, Kvívík halda tey fram við góðu gongdini og hava javna umboðan eins og tey høvdu undanfarna valskeið, sigur Demokratia.

Hetta merkir, at í 12 av 29 kommunum eru kynini nú javnt umboðað í kommunustýrunum og samstundis er javnstøðan batnað í 10 av teimum 29 kommunum.

– Einki kommunustýrið er mannað við bara kvinnum, men trý kommunustýri eru mannað við bara monnum. Tað er kommunustýrið í Fámjin, í Skúgvoy og Sjóvar kommuna. Í Fámjin og í Skúgvoy eru tríggir bygdaráðslimir og í Sjóvar kommunu eru sjey limir.

– Í Klaksvík og í Runavík eru ongar broytingar, tí báðar kommunurnar eru enn umboðar við sjey monnum og fýra kvinnum, tað er eitt kynsbýtið, har 64 prosent av bygdaráðslimunum eru menn og 36 prosent eru kvinnur, og tað er effinett tað sama sum eftir valið í 2016.

Í Hvannasundi var eitt javnt kynsbýtið áðrenn valið, men býtið skeiklaðist í gjár og nú eru bara 20 prosent av bygdaráðslimunum, menn 20 prosent eru kvinnur. Av teimum fimm bygdaráðslimunum eru sostatt fýra kvinnur og ein er maður.

Demokratia vísir á, at mangan er tað longu í sjálvari uppstillingini, at tað gongur galið, tí á nógvum listum er rættiliga stór yvirvág av monnum.