Tað eru ov nógvir útlendingar í Betri deildini

(Rás2) Leivur Frederiksen og Teitur Joensen mannaðu fótbóltspanelið á Rás2 í dag. Útlendingar og manglandi leikaramenning var evnið í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið", sum var partur av sendingini SportBoxin á Rás2 í dag.

 

Gestir hjá Tróndi Arge í dag vóru Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur hjá Kringvarpi Føroya og Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari. 

 

Eru ov nógvir útlendingar í Betri deildini? Og hvussu við leikarameningini tá ungir føroyskir spælarar ikki sleppa framat í Betri deildini? Hetta vóru tveir høvuðsspurningar, ið vóru settir í fótbóltspanelinum í dag.

 

Teitur Joensen og Leivur Frederiksen eru samdir um, at tað eru ov nógvir útlendingar í Betri deildini, og hetta forðar yngri spælarum at sleppa framat.