Tað eru nógv mál í Fløtugerði

Í teimum tíggju dystunum, sum ÍF og AB hava spælt í Fuglafirði eru skorað 45 mál

Tølini siga, at tað kann roknast við nógvum málum, tá ið ÍF seinnapartin fær vitjan av AB.

AB í bestu deildini var fyrstu ferð í Fuglafirði í 2009. Tá vann ÍF 3-0. Síðani hava ÍF og AB dystast tíggju ferðir í Fløtugerði. ÍF hevur vunnið seks ferðir, tvær ferðir er tað endað við javnleiki, og tvær ferðir hevur AB vunnið.

Í fjør vann AB 5-4.

Í hesum tíggju dystunum eru 45 mál skorað. Tað vil siga, at miðal máltalið er 4,5.

Skaðalistin hevur verið langur í Fuglafirði, men nú er bara vongverjin Pól Jákup Lundsbjerg á honum.

Týskvøldið vann ÍF 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Hetta var annar sigurin hjá ÍF, sum hevur seks stig.

Á Argjum eru Rógvi Poulsen og Hans Jákup Anfinnsson skaddir.

AB hevur tvey stig og bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum. 2. hvítusunnudag løgdu argjamenn rygg til 6-0 heimatap ímóti KÍ.