Tað var tann tíð, tá ið HB mest sum hvørja ferð vann landskappingardystirnar ímóti B36, sum altíð var undirtippað í grannauppgerðunum, og sum bara hendinga ferð megnaði at arga stórabeiggja.
Nú er vent í holuni. Bæði liðini í Gundadali verða roknað at vera FM favorittar. Tí er talan um lyklauppgerð, tá ið B36 og HB hittast í kvøld. HB er topplið við 17 stigum, og B36 er á triðja plássi við 14 stigum.
-Talan er mest sum hvørja ferð um tættar uppgerðir. Royndirnar siga, at tað ofta endar javnt ella at tað liðið, sum vísir størri vilja og treiskni og arbeiðir meiri, vinnur, og soleiðis rokni eg við, at tað eisini verður hesaferð. Eingin ivi skal vera um, at vit ætla okkum at vinna, og at vit ikki tola at tapa, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.
Meðan allir B36 spælararnir, sum eru tøkir – uttan Jákup á Borg – vóru við í steyasigrinum á Argjum sunnudagin, so spardi HB nógvar spælarar, tá ið B71 legði rygg til 9-1 tap í Gundadali.
Á B36 skaðalistanum eru Alex Mellemgaard, Hanus Thorleifsson, Robert Heðin Brockie og Sebastian Pingel.
Síðani 2008 hava tað verið nítjan grannauppgerðir í landskappingini í Gundadali. B36 hevur vunnið níggju, HB hevur vunnið fimm, og tíggju ferðir er tað endað javnt.
-B36 liðið er gott, og tað eru vánir fyri, at tað kann eydnast teimum at vinna FM triðja árið á rað. Men vit hava stórt sjálvsálit, og vit rokna tað fyri sannlíkt, at vit vinna hesa grannauppgerðina, sigur HB venjarin Jan C. Dam.
Ári Mohr Jónsson er tøkur aftur, og harvið er tað framrættaðu Arnbjørn T. Hansen og Poul Ingason, sum eru á skaðalistanum hjá HB.
B36-HB: Lars Müller kl. 18.00.