Tað eru ikki leirvíkingar sum krevja

Í kjakinum um eina atknýtta verkætlan frá Norðoyatunlinum gjøgnum Leirvík, verður Leirvíkar bygdaráð og fólkið í Leirvík framstillað sum tey, ið seta órímilig krøv, men hetta er beinleiðis skeivt, tí verðuleikin er tann, at tað er Løgtingið sum hevur játtað og samtykt at tunnil skal gerast undir Leirvík.

Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Hin 4. mars 2002 legði táverandi løgmaður, vegna Vinnumálastýrið, uppskot um Norðoyatunnilin fyri løgtingið. Hin 15. mars 2002, var uppskotið samtykt. Tá vóru atknýttar verkætlanir í Leirvík og í Klaksvík tengdar uppí og skuldu hesar gerast í samráð við Leirvíkar- og Klaksvíkar kommunur.

Leirvík og Klaksvík
Hin 19. februar 2003, leggur Bjarni Djurholm uppskot nr. 69/2002 fyri løgtingið, sum sigur, at "tá forkanningar og projektering eru gjørdar av atknýttum verkætlanum, skal landsstýrismaðurin leggja fram uppskot til løgtingslóg um hesar verkætlanir. Uppskotið skal fevna um ein tunnil undir Leirvík Eysturoyarmegin og um ein veg frá Oyravegnum yvir í ætlaðu rundkoyringina Borðoyarmegin" og hetta uppskotið var samtykt hin 4. apríl 2003, við 22 atkvøðum.

Sostatt eru tað ikki leirvíkingar sum eru komnir við kravi um ein tunnil, men hetta eru samtyktir, sum Løgtingið gjørdi í 2002 og 2003.

Tórshavnar kommuna.
Nú boðar so LV frá, at verður kravið eftirlíkað og tunnil gjørdur í Leirvík, so eru tað fleiri kommunur sum koma at krevja tað sama, millum aðrar Tórshavnar kommuna. Um hetta er lagnunar speiðsemi veit eg ikki, men atkvøðugreiðslan í Tinginum hin 4. apríl 2003 vísir, at verandi borgarstjóri í Havn var millum teirra, sum samtyktu at tunnil skuldi gerast í Leirvík.

Landsstýrismaðurin.
So nú má Bjarni Djurholm kennast við sítt egna uppskot um tunnil í Leirvík, sum nú hevur funnið sína endaligu linjuføring við tunli og atknýttum vegagerðum, og koma við uppskotið um hesa loysnina í Tingið 4. apríl 2006, so ferðslan frá Norðoyatunlinum, fer eftir verandi bygdavegnum gjøgnum Leirvík í so stutta tíð sum gjørligt.