Tað eru hini sum eru genial

Komið og uppfinnið okkurt, sum eingin annar hevur gjørt. Okkurt sum sveisar navn okkara so fast, at vit vera við í næstu útgávu av Landastroki. Ella kom bara og les nakrar tankar, sum eru uppfunnir við telduna.

UPPFUNNIN ORÐ



Hann ringdi bara og segði, at nú kom hann á vitjan.
Eg búði í Keypmannahavn og tað var ikki so ofta at Henrik kom á vitjan. Hann búði í Grønlandi og tað hevði hann gjørt í 15 ár ella meiri.
Hann hevði onkuntíð arbeiðsørindi í Keypmannahavn og tá plagdi hann altíð at leggja leiðina inn á gólvið.
Men hendan dagin vóru ørindi hansara í Keypmannahavn av heilt øðrum slagi. Av privatum slagi.
Hann skuldi á fund á patentskrivstovuni. Hann hevði uppfunnið nakað, men vildi ikki í fyrsta umfari siga hvat.
Sjálvandi vóru vit forvitin: Hvat hevði Henrik uppfunnið, sum hann skuldi hava patent uppá?
Tekningarnar á borðið
So fer hann í taskuna og tekur nøkur pappír upp. Men fyrst skulu vit øll lova - eisini Røskva, sum er tvey ár - at vit einki mugu siga fyri nøkrum. Tað lova vit.
Tekningarnar vera breiddar út á stovborðið. Stearisljós og øskubikur flutt. Men hvat vísa hesar stóru tekningarnar.
? Hetta er eitt baðikar, sum kann leggjast saman, sigur Henrik errin.
Eg smílist og hyggi illgrunasamur upp á mín góða og klóka vin.
Eitt baðikar, sum kann leggjast saman.
Tori ikki beinanvegin at grína, men hugsi:
"Hvat í allari víðu verð skal man brúka eitt baðikar at leggja saman til í Grønlandi. Skal man hava tað við sær á hundasletuni og um kvøldið folda tað út og fáa sær eitt bað mitt inni á innlandsísinum?"
"Ella skuldi eg havt eitt baðikar av hasum slagnum við mær í India?"
Men tað er ikki skemt.
Henrik hevði sitið kvøld eftir kvøld og teknað og roknað og funnið rætta tilfarið til eitt baðikar, sum kundi leggjast saman.
Men var tað genialt?
Kanska genialt eina løtu
Fyri 12 árum síðani biksaðu Jan Øregaard og Jákup Petersen við at gera ein knív, sum kundi skera beinini úr kongafiski uttan at skamfíla skræðuna.
Amerikanarar vildu keypa kongafisk við skræðu, men fiskurin skuldi samstundis verða beinfríur.
? Vit hildu tað vera sera spennandi. Vit gjørdu eitt slag av knívi við dupultum blaði. At enda riggaði hann, greiður Jan Øregaard frá í dag.
Patent fingu teir ongantíð, tí tað vísti seg at onkur líknandi knívur var í USA, men teir fingu eitt slag av mynsturverju, so eingin annar kundi gera ein knív akkurát sama slag.
Knívarnir vóru settir í framleiðslu á eini verksmiðju í Svøríki.
? Tað var óluksáliga stuttligt, men tað bleiv ongantíð tað stóra, tí vøran, sum knívurin skuldi brúkast til, hvarv. Við eitt hvarv kongafiskurin við skæðu av marknaðinum, men nakrir knívar vóru seldir, minnist Jan Øregaard.
Sá knívin aftur í USA
Jan minnist, at hann eini seks ár seinni var í arbeiðsørindum í USA, og tey vitjaðu eitt virki mitt inni í landinum. Tá tey komu inn til nøkur skeriborð, bar hann eyga við ein knív, sum líktist hansara.
? Har lá ein knívur og eg hugdi nærri eftir honum. Og tað var ein av okkara, greiður Jan Øregaard frá. Hann spurdi, hvaðani tey høvdu knívin.
Og svarið var í fyrsta lagi sera løgið. Tey høvdu keypt hann í Ný Sælandi, sum brúktan.
Hetta ljóðar, sum ein ótrúlig søga og er tað næstan eisini.
? So fór eg at hugsa um, at nakrir føroyskir bátar royndu við Ný Sæland og teir høvdu nakrar fáar knívar við sær. So har má ein vera endaður í landi og síðani seldur til ein amerikanara. Ja, og so vitji eg í USA fleiri ár eftir og finni ein knív liggjandi á einum virki mitt í USA. Tað var stuttligt, sigur Jan Øregaard.
Knívurin, sum var endaður í USA, var brúktur til okkurt annað endamál, men tað minnist Jan Øregaard ikki í dag, hvat var.
Ljóðleysi vekjarin
Eina nátt, sum gjørdist heldur long, hugsaði eg um hesa grein. Eitt av hugskotunum við greinini var at koma við uppskotum til uppfinningar, sum ikki vóru gjørdar, men sum høvdu verið genialar.
Náttin gjørdist so long, at eg kom til, at besta uppfinnilsi hevði verið tann ljóðleysi vekjarin, so man slapp undan hesum eirindaleysa ganginum, sum oyðilegði hvønn einasta arbeiðsmorgun.
Tvær niðurstøður kunnu gerast av hesum tankum. Tann fyrsta er, at ein ljóðleysur vekjari er langt síðani uppfunnin - ja fyri 500 árum síðani. Altso fullfíggjað ógenialt.
Hin niðurstøðan er, at tað kortini er hampuliga genialt, tí tann sum uppfann ljóðleysa vekjaran fyri 500 árum síðani var eingin annar enn Leonardo Da Vinci - størsti uppfinnari yvirhøvur. Altso hava vit báðir havt somu tankar, men hann gjørdi nakað við tað - tað er einasti munurin.
Lyft seingina upp í loft
Leonardo Da Vinci teknaði flestu av sínum uppfinningum á pappír. Fáar vóru gjørdar í veruleikanum, men síðani hansara livitíð, hevur tað víst seg, at hann hevði rætt. Tað sum hann teknaði, bar til. Sumt tó ikki fyrr enn nógv hundrað ár aftan á deyða hansara.
Tó so. Ljóðleysi vekjarin bar til longu tá og ber eisini til í dag.
Leonardo Da Vinci sá fyri sær eina vektstong - eina stong - sum var sett inn undir seingina og lá á einum bukki. Í hinum endanum á stongini hekk ein spann. So hvørt sum vatn rann í spannina, lyfti stongin uppundir seingina. Ja, og sum fráleið stóð seingin so nógv á skák, at tann sovandi vaknaði. Innstillingin av hesum vekjaranum var bara ein spurningur um, hvussu skjótt vatnið skuldi renna í spannina. Genialt, ha?
Leonardo Da Vinci var ein av teimum genialu uppfinnarunum. Hansara eyðkenni var, at hann ikki bara tveitti seg út í okkurt, men alla tíðina lurtaði eftir teimum fysisku og matematisku lógunum, sum hann dugdi.
Fjaðrar á armarnar
Eitt annað eyðkenni fyri Leonardo Da Vinci var, at hann var ómetaliga djarvur í sínum tankum.
Onkur sum hevði viljað flogið fyri 500 árum síðani hevði óivað bundið eitt tyssi av fjaðrum á armarnar og lopið út av onkrum forbergi. Tann royndin hevði so enda við eini syrgiligari staðfesting av, at tað bar ikki til.
Leonardo Da Vinci hinvegin hevði lagt til merkis at heit luft fór uppeftir. Ja so var tað so einfalt, at um nóg mikið av heitari luft var latið í eina ballón, so bar til at flúgva.
Og soleiðis er tað.
Leonardo Da Vinci uppfann eisini torpedoina. Tað var eitt rørskapilsi við einum lítlum segli á.
Ikki so býtt tá skipini á hansara døgum eisini sigldu við seglum.
Genialt her og nú
Knívurin hjá Jan Øregaard var næstan genialur, men tíverri bara í eitt stutt tíðarskeið. Tað gjørdi tað lættari at framleiða eina vøru, sum marknaðurin í USA vildi hava. Tíverri skoytti marknaðurin bara ikki um vøruna serliga leingi.
Í hesum Irak-kríggj tíðum hevði tað heldur ikki nyttað hjá Leonardo Da Vinci at bjóða eina segl-drivna torpedo fram í persaraflógvanum, ikki sannhoyt?
Tí hevur tað alstóran týdning, tá eg næstu ferð seti meg við uppfinnaraborðið, at tíðin er tann rætta.
Skal man uppfinna eitt baðikar, sum kann leggjast saman, til grønlendska marknaðin. Neyvan.
Tað er ógjørligt at vita, tá uppfinningin er klár, um hon er genial ella um hon bara er eitt hugsunarfostur. Menniskjað hevur altíð havt trupult at skyna á tí geniala og tí týdningarleysa. Tað keðiliga er, at í eftirtíðini er tey góðu hugskotini sjálvsøgd, meðan tey vrakaðu eru láturligt.
IBM og Bill Gates
Stovnarin av IBM helt í 1940 at tað í øllum heimin bleiv tørvur á fýra teldum. So stutt var hugsað, at IBM seinni seldi rættindini at menna heimatelduna til Bill Gates fyri nakrar fáar hundrað dollarar. Rokni við at IBM angrar í dag.
Samstundis sum Bill Gates og Microsoft mentu heimatelduna, arbeiddi ein annar maður við hugskotinum at gera tyrluna til avloysara fyri bilin. Øll skuldu hava egna tyrlu, heldur enn bil. Í nøkur ár tóktist hugskotið um egna tyrlu meiri sannlíkt enn hugskotið um egna teldu. Men í dag er teldan vanligari í húsarhaldinum enn tyrlan. Onkuntíð haldi eg, at tað hevði verið líka frætt við eini tyrlu, sum við eini heimateldu.
Í okkara døgum hava nógv hildið, at søla um internetið skuldu vera tann stóra uppfinningin, men virki eftir virki hevur ásannað, at tað tímir brúkarin ikki serliga væl, hóast teknikkurin er í púrasta lagi. Um tað gerst ein uppfinning, sum nyttar nakað, vita vit ikki enn.
Hví ikki heldur hava ein tyrlu og flúgva í Keypsamtøkuna at keypa og aftaná standa og reypa saman við øðrum tyrluførarum við beriposa við lørdagskyllingi í?
Uppfinning hvarv
Einaferð var tað soleiðis, at á nógvum almennum vesum var eitt uppfinnilsi, har kundin kundi smoyggja eitt plastikk-skapilsi tvørtur um brettið, áðrenn hann setti seg niður at gera tað, sum gerast skuldi. Skapilsi bjóðaði eingangs plastikkbrettisumsmoyggingarhýtir. Helst fyri at alt skuldi vera reinligari.
Sjálvur brúkti eg ongantíð hesar brettishýtir. Sat heldur eitt sindur skeivt á brettinum. Tað rokni eg við onnur eisini hava gjørt, tí í dag er uppfinnilsi burtur. Plastikkbrettisumsmoyggingarhýtir hvurvu. Einsamallur inni á vesinum hevur eingin tímað at smoygt plastikkhýtir um brettið. Bara í teoriini hevur kundin tímað.
Tað er ikki lætt at uppfinna, hvussu vit skulu tíggja okkum inni á vesinum.
Summi sløg av menniskum høvdu yvirhøvur ikki verið til í dag, um ikki onkur hevði uppfunnið alt tað, sum skal til fyri at gera tey til eina typu. Vit vita hvørja typu vit hugsa um, tá eg nevni hesar uppfinningarnar: fjarstýring, hvítar Levi's undirtroyggjur, pizza, dankort, øl og lotto. Fínar uppfinningar, sum hava gjørt tað møguligt at liva øðrvísi enn í gomlum døgum.
Í bað í stórbýnum
Mín góði vinur, sum í ramasta álvara hevði uppfunnið baðikarið, sum kundi leggast saman, hevði ætlað tað til smáar íbúðir í stórbýum, har ikki pláss var fyri baðikørum inni á smáu vesunum.
Kanska ikki so býtt, men hann uppgav aftur.
????????????

Nakrar av týdningarmestu uppfinningunum upp gjøgnum árini:

1346: Kanónir
1450: Bókaprent
1776: Dampmaskinan
1881: Streym-gløðilampan
1885: Bilurin
1903: Flogfarið
1945: Kjarnorku
1957: Fylgisveinurin
1971. "Chip", Mikroprosessari