TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Sølva Egilsson hjá 07 Vestur, aftaná Sølvi og liðfelagarnir høvdu tapt 0-2 ímóti KÍ á Dungasandi í Sørvági í dag.
Sølví Egilsson heldur, at tað er nógv stong út hjá 07 Vestur. Í dag raktu teir aftur træverkið, og teir hava ikki kendu marginalarnar við sær.
Sølví Egilsson heldur tó, at hugburðurin og avrikið hjá heimaliðnum var munandi betur í dag, mett í mun til 0-4 tapið ímóti NSÍ í kappingini um løgmanssteypið. Sølvi ivast ikki í, at stigini og sigrarnir fara at koma hjá 07 Vestur.