Galdandi avtalur eru ikki nóg góðar. Tær eru so mikð vánaligar, at tað kostar teimum ikki so lítið, sum fáast við politiskt arbeiði.
Hetta sigur Vilhelm Johannesen, sum er tann í tingmanningini hjá javnaðarflokkinum, ið hevur drúgvastu royndirnar í politiskum arbeiði. Hann varð valdur á ting á valinum í november 1980, og hann hevur verið afturvaldur á hvørjum vali síðani tá. Tvær ferðirnar hevur hann sitið í landsstýrinum. Fyrra ferðin var í fjúrtan mánaðir 1979-1980, og seinna ferðin var tey fýra árini frá fyrst í 1985 og til eftir nýggjár í 1989.
Ítøkiliga dømið
Vilhelm Johannesen heldur, at tað eigur at hyggjast at lønarviðurskiftunum, og hann heldur, at skipanin, sum er galdandi, tá tað víðvíkur pensiónunum er púra við síðuna av:
? Eg havi í mínum borgarliga starvi fíggjarligar avleiðingar av, at eg havi tikið lut í politikki, og tað haldi eg ikki eigur at vera rætt.
Og Vilhelm Johannesen útgreinar:
? 1. juli í 1967 varð eg settur í aspirantstarv til tænastumann í postverkinum. Síðani tá havi eg havt hetta starvið, og eg skuldi ongar trupulleikar havt av at røkka fullum starvsaldri, sum eg haldi er 38 ár, og harvið rokkið fullari eftirløn, men í staðin fyri at hava 31 ára starvsdag í ár, so fari eg at hava 25 ára starvsdag í ár 2000, og tað kemst av politiksa arbeiðnum.
? Eg havi verið bururfrá í eini sjey ella átta ár. Umframt tíðarskeiðini í landstýrinum hevði eg farloyvi í eitt ár frá 1. november 1993. Eg var formaður í fíggjarnevndini og í tingbólkinum hjá javnaðarflokkinum, og eg kendi meg noyddan at vera leysan av borgarliga starvinum, um eg skuldi megna at røkja hesi størvini hetta tíðarskeiðið, sum var merkt av kreppu.
Starvsaldurin hjá Vilhelmi í postverkinum hækkaði ikki, meðan hann var burturfrá í politiskum arbeiði, og prinsipielt heldur hann, at tað kann ikki vera rætt, at hetta skal kosta honum fíggjarligan miss í pensiónini:
? Lógin um eftirløn til tingmenn sigur, at um tú fært eina eftirløn í tínum borgarliga starvi, so skalt tú velja, um tú vilt hava eftirlønina frá løgtinginum, ella um tú vilt hava hana frá borgarliga starvinum. Í mínum føri verður eftirlønin frá postverkinum helst hægri, og so velji eg sjálvsagt hana, men hon verður ikki eins høg, sum hon vildi havt verið, um eg ikki hevði havt verið burturfrá í politiskum arbeiði, og tað er her, at eg haldi tað er prinsipielt skeivt, at lógin um eftirløn til løgtingsmenn t.d. ikki tekur hædd fyri hesum.
? Tað er skeivt, at borgarar skulu hava útreiðslur av at vera lógarsmiðir, heldur Vilhelm Johannesen.
Bíðilønin burtur
Tá Vilhelm Johannesen var farin frá sum landsstýrismaður. Skipanin tá var soleiðis, at hesar upphæddirnar vórðu drignar frá tingmannapensiónini.
Nú er skipanin hjá landsstýrismonnum og tingmonnum soleiðis, at teir fáa løn, tá teir fara úr landsstýrinum. Ein landsstýrismaður fær løn í seks mánaðir, og ein tingmaður fær løn í tríggjar mánaðir.