Tað er skeivt at leggja skúlan í Suðuroynni

Tað er ov fjarskotið at leggja útbúgvingina til pedagoghjálpara í Suðuroy, heldur forkvinnan í felagnum fyri hjálparfólk

Tað er ov langt at fara til Suðuroyar at nema sær útbúgvingina. Tað heldur Maj-Britt Winther Hentze Jacobsen, forkvinna í nýstovnaða Føroya Hjálparfólkafelag.

 

Føroya Hjálparfólkafelag varð stovnað tíðliga í vár, tí tey vóru ónøgd við tær sømdir, hjálparfólkini fingu í Pedagogfelagnu.

 

Men nú samgongan hevur kunngjørt, at ætlanin er at stovna eina útbúgving til pedagoghjálpara, og at hon skal vera í skúladeplinum í Suðuroy, hevur Pedagogfelagið givið ilt av sær, tí tey halda, at tað er ov strævið at fara til Suðuroyar at ganga í skúla.

 

 

Les meir um tað her: Alt ov strævið at fara til Suðuroyar í skúla 

 

 

Og tað er Maj-Britt Winther Hentze Jacobsen púra samd við tey í Pedagogfelagnum í.

 

– Vit eru ímóti, at útbúgvingin verður løgd í Suðuroy, staðfestur hon. Hon sigur, at talan er um fólk úr øllum landinum, sum skulu nema sær útbúgving og skal útbyggingin leggjast í Suðuroy, skulu heilar familjur flyta til Suðuroyar.

 

Annars undrar tað hana, at hóast talan er um eina útbúgving til pedagoghjálpara, hava tey hvørki hoyrt orð ella eið um hetta, hóast tey eru fakfelagið hjá nettupp hjálparfólkunum.

 

 – Ongin hevur nakrantíð vent sær til okkum um hesa útbúgvingina, sigur forkvinnan í Føroya Hjálparfólkafelag. Og áðrenn tey yvirhøvur kunnu taka støðu til eitt slíkt tilboð, mugu tey fáa greiði á, hvat úrslitið verður.

 

– Fara vit at fáa meiri í løn, tá ið vit eru útbúgvin? Fara vit at fáa fast starv? Skulu vit framvegis sigast úr starvi, so hvørt pedagogar søkja størvini? Fáa vit lestrarstuðul undir útbúgvingini? Hetta eru nakrir av spurningunum, tey vilja hava svar upp á, áðrenn tey kunnu taka støðu til útbúgvingina yvirhøvur.

 

 

Men skal ein útbúgving setast á stovn, er tað undir øllum umstøðum skeivt at leggja hana í Suðuroy, tí so verða heilar familjur noyddar at flyta til Suðuroyar ímeðan útbúgvingin er, halda tey í Føroya Hjálparfólkafelag.