Tað er serliga eitt sum er køvandi fyri okkum

– Svarið frá Høgna Hoydal er løgið og manipulerandi, heldur Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík

 

Tað er serliga uppboðssølan og menningarkvoturnar, sum eru køvandi fyri okkum. Tað sigur Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík. 

 

Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumáum, hvussu støðan er í Norðoyggjum nú atfinningarnar ímóti fiskivinnupolitikkinum hava verið so harðar. Høgni Hoydal hevur nú svarað og hann sigur, at talan hevur verið um framgongd í Norðoyggjum hesi seinastu árini.

 

Hanus Hansen heldur, at tað er serstakliga løgið, at Høgni Hoydal brúkar 2014 sum útgangsstøði, hóast samgongan ikki tók við fyrr enn 14 september 2015. 

 

– Sitandi samgonga hevði sostatt onga ávirkan á 2015. Tað sum er uppaftur løgnari, og meira at kalla manipulation, er, at Høgni Hoydal samanber 2014 við 2017, hóast nýskipanin ikki tók við fyrr enn 1 januar 2018. 

 

Annars sigur Hanus Hansen, at orsakað av uppboðssøluni –og verða menningarkvoturnar eisini tiknar– hava Norðoyggjar mist 4.352 tons í Barentshavinum. 


Hann sigur, at hjá heimaflotanum í Norðoyggjum er grundarlagið undir virkseminum og arbeiðsplássunum á Kósini tann sama, sum áðrenn hendan samgongan tók við og nýskipaði fiskivinnuna. 

 

– Men hetta er bert tí, at fiskiskapurin hjá heimaflotanum hevur verið so út av lagi vánaligur. Eisini her hava vit fyrr vitað, at støðan einaferð fór at batna, men tann gularótin er tikin frá okkum við nýggju skipanini.

 

Verður fiskiskapurin betri, skal økingin á uppboðssølu. Sum steinur omaná byrðu er nú eisini ásett, at hækka kvoturnar á Flemish Kap og undir Grønlandi skal hækkingin á uppboðssølu, sigur reiðarin úr Klaksvík.

 

Hjá honum er heldur eingin ivi um, at eisini uppisjóvarskipini fara at hava væl minni at fiska komandi árini. Tað er tí at kvoturnar fara at minka, sum heild. Men av tí, at eingin semja hevur verið um sild og svartkjaft, hava føroyingar tikið ein so stóran part, at tað fer ikki at halda, tá ið semja fæst í lag.

 

– Men tað sum er meira álvarsamt er, at samgongan hevur tikið 23,5 prosent av makreli, 23,5 prosent av sild og 33,5 prosent av svartkjafti frá verandi reiðarum at selja á uppboðssølu og at lata til menningarkvotur. 

 

– Í ár eydnaðist okkum at keypa ein stóran part á uppboðssølu, men tað var ov dýrt til at talan kann verða um lønandi rakstur, sigur Hanus Hansen. Hann sigur, at samstundis hevur Høgni Hoydal boðað frá, at frameftir verður skipanin snikkað soleiðis til, at tað skal verða truplari hjá verandi reiðarum at keypa á uppboðssølu.

 


– So eisini viðvíkjandi uppisjóvarfiskiskapinum verða umstøðurnar munandi verri fyri Norðoyggjar í framtíðini.
Samstundis er kvotan at gulllaksi eisini minkað, so samanumtikið hava vit sostatt mist ein stóran part av teimum rættindum, sum higartil hava verið grundarlag undir virksemi okkara, sigur hann.

 

– Tað tykist sum tað tíanverri ikki bara eru vit, sum varða av fiskivinnuni, sum eru ivasamir um nýggju fiskivinnunýskipanina. Vit hava seinastu tríggjar mánaðirnar tvær ferðir søkt føroyskar bankar um fígging til smávegis umvælingar av gomlu skipum okkara, men bankarnir hava noktað, vísandi til at teir ikki hava álit á nýggju skipanini, sigur Hanus Hansen.

 

Trýst HER og les meiri um, hví Hanus Hansen sigur, at støðan er so ótrygg, og hví hon er versnað