Tað er ringt at rokna út, nær ein bilførari er koyriførur aftur eftir eina veitslu, har hann hevur drukkið rúsdrekka.
Tað sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd. Og tað kann vera serliga aktuelt, nú nógvar veitslur eru upp undir jól.
Tað ganga nevniliga nógvir tímar frá tí, at ein hevur lagt seg at sova við kenning, til viðkomandi er førur fyri at koyra bil aftur.
Tað kann taka longri tíð enn fólk geva sær far um, men undir øllum umstøðum eru hyggjuráðini frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd: Ivast tú, lat so bilin standa.
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur eisini nøkur góð ráð til tey, sum fara í veitslur nú upp undir jól - og til tey, sum skipa fyri veitslum.
Ein máti er, at har fleiri koyra saman, er tað eitt gott hugskot at avtala áðrenn veitslan byrjar, hvør skal koyra heim. Og tey, sum skipa fyri veitslu, eiga at hava okkurt leskilig, alkoholfrítt alternativ til tann, sum skal koyra, og annars eru tað altíð eini góð ráð at ringja eftir hýruvogni, tá gestirnir skulu úr veitsluni.
– Seinnu árini er talið á ferðsluvanlukkum, har rúsdrekka var uppi í, minkað. Men hóast hetta, henda enn ferðsluóhapp orsakað av rúsdrekkakoyring og hesi óhapp eru ofta sera álvarslig, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
– Vit hava øll eina týdningarmikla uppgávu við at steðga teimum, sum ætlar at koyra bil við rúsdrekka í blóðinum, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Tey vísa eisini á, at fólk góðtaka ikki rúsdrekkakoyring, tí í eini kanning, sum er gjørd, siga 87 prosent av teimum spurdu, at rúsdrekkakoyring ikki verður góðtikin í Føroyum.
Men tá spurt verður um, hvussu ofta bilførarar koyra ávirkaðir, er talið eitt sindur øðrvísi, tí 36 prosent halda, at tað hendir ofta, ella av og á, 45 prosent halda, at tað tað er sjáldan, ella ongantíð, at tað kemur fyri, og 18 prosent vistu ikki.
Annars vísir Ráðið fyri Ferðslutrygd á, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu skjótt fólk brenna alkohol, og í hesum sambandu hava bæði vekt og kyn ein týdning.
Talvan niðanfyri vísir, hvussu langa tíð tað tekur at brenna eina alko-eind, alt eftir hvussu nógv tú vigar.
Ein alko-eind er 1,5 sentilitrar ella 12 gramm av reinum alkoholi. Tað svarar til eina vanliga pilsnarøl upp á 33 sentilitrar, ella eitt glas av víni upp á 12 sentilitrar.
##med2##
Talvan vísir, at tað kann vera ringt at rokna út, nær tú kanst koyra bil aftur eftir at tú hevur drukkið rúsdrekka.
Drekkur tú rúsdrekka til seint um náttina, kanst tú kanska ikki koyra bil aftur fyrr enn seint seinnapartin dagin eftir, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.