Fyrri hálvleikur er liðugur á Tórsvølli, har tað í kvøld er grannauppgerð millum B36 og HB.
Støðan er 1-1.
B36 legði seg á odda í 13. minutti. Alex Mellemgaard legði við horna innfyri úr vinstru, HB málverjin kendi bóltin vera ov uttarlaga at fara eftir, fleiri royndu at leypa upp, og tá ið bólturin datt niður, var Eli Falkvard Nielsen fyrstur á og smekkaði bóltin í málið.
HB svaraði aftur í 20. minutti. Dan í Soylu og Heri H. Mohr spældu væl saman í høgru, og tá ið Heri H. Mohr royndi seg við fløtum innleggi, stórbjargaði Símun Rógvi Hansen í B36 málinum í fyrstu atløgu, tá ið Pætur J. Petersen royndi seg, men so var Hilmar Leon Jakobsen, sum stutt frammanundan hevði avloyst skadda Mikkel Bech, bóltin í málið.
Í steðinginum eru tað teir í B36, sum hava meiri at tosa um. Síðani HB javnaði til 1-1, hava FM favorittarnir havt betri tak á spælinum, og tað hava verið fleiri spentar støður í og kring B36 brotsteigin.
B36 hevur verið vandamikið í sambandi við longu innkastini hjá Benjamin Heinesen, og so í einari aðrari støðu, tá ið Hanns Agnarsson valdi at reka í høgru í staðin fyri at leggja í brotsteigin til Michal Przysynski, sum skundaði sær fram í brotsteigin.
Og so vildu teir í árstalsfelagnum hava Kára J. á Høvdanum at bríksla fyri brotssparki í síðstu løtuna undan steðginum, tá ið Heðin Hansen og Hannes Agnarsson vóru í nærdysti, men tað var dómarin ikki samdur við teir í.
B36 – HB (1-1) kl. 19.00
Dómari: Kári J. á Høvdanum
B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Erling D. Jacobsen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Stefan Radosavljevic – Hannes Agnarsson, Michal Przybylski, Árni Frederiksberg – Sebastian Pingel.
Á beinkinum: Mathas Lamhauge, Bjarni Petersen, Jóhann Hansson Joensen, Andreas Thomsen, Andrass Johansen, Ragnar Samuelsen og Martin Agnarsson.
Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Pætur J. Petersen, Mathias Nygaard, Tróndur Jensen, Adrian Justinussen – Dan í Soylu, Mikkel Dahl (Hilmar Leon Jakobsen, 11.)
Á beinkinum: Jákup Højgaard, Jógvan Rói Davidsen, Hørður H. Askham, Øssur M. Dalbúð, Áki D. Samuelsen.