Tað er ov ógvusligt at taka skeinkiloyvið aftur

Tað kann ikki verða eitt krav, at tey skeinkistøð, sum bróta lógina, skulu missa skeinkiloyvið

Tað er ov víðgongt at krevja, at tey skeinkistøð, sum bróta lógina, skulu missa skeinkiloyvið.

 

Tað heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Djóni Nolsøe Joensen, løgtingmaður fyri Javnaðaflokkin, hevur annars spurt hann um nøkur ætlan er um at herða revsingina fyri tey, sum bróta treytirnar fyri at fáa skeinkiloyvi.

 

Sjálvur heldur løgtingsmaðurin at tey, sum bróta lógina, eitt nú við at skeinkja fyri ungum undir 18 ár, eiga at missa skeinkiloyvið, í hvussu so er eina tíð.

 

Men Poul Michelsen er ósamdur. Hann sigur, at tey, sum ikki halda treytirnar fyri at hava skeinkiloyvið, verða revsað, og revsingin er bót, ella fongsul í upp í eitt ár. Men heldur ein, sum hevur skeinkiloyvi, ikki treytirnar, KANN  viðkomandi eisini missa skeinkiloyvið.

 

Fyrr var tað eitt krav, at viðkomandi SKULDI missa loyvið, sama um brotið var álvarsligt ella ikki. Men tað varð broytt í 1996 til, at hann KANN missa loyvið, og Poul Michelsen ætlar sær ikki aftur til tað gamla.

 

– Eitt skeinkiloyvi er ein stórur partur av grundarlagnum undir matstovuvirksemi. Verður skeinkiloyvið tikið, kann hugsast, at virksemið heldur uppat, og tað er ein avleiðing, hugsast skal um, áðrenn avgerðin verður tikin, sigur hann.

 

Í hesum sambandi skal serliga vísast á meginregluna um proportionalitet. Tað merkir, at ein revsing skal ikki vera harðari enn at hon stendur mát við tað lógarbrot, sum er framt.

 

Verður tað eitt krav, at tann, sum brýtur treytirnar fyri at hava skeinkiloyvið, SKAL missa tað, er tað ein revsing, sum er óneyðuga tyngjandi fyri borgaran. Tað kann hava álvarsamar avleiðingar fyri tann, sum verður revsaður, sigur Poul Michelsen

 

Hinvegin er tað eisini greitt, at er talan um groft, brot, ella afturvendandi brot, kann skeinkiloyvið eisini verða tikið aftur.

 

Eitt ítøkiligt dømi um tað er ein, ið hevði skeinkiloyvi, men sum fekk bót í 2015 fyri at hava opið longri enn hann hevði loyvi til. Í fjør varð hann aftur tikin fyri tað sama, og tá fór loyvisnevndin undir eina tilgongd at taka loyvið frá viðkomandi. Men viðkomandi seldi virksemið áðrenn tað kom so langt, so meiri varð ikki gjørt við tað.

 

Tað kanst tú lesa meiri um her: Skeinkistøð eru seks ferðir tikin fyri lógarbrot