Tað er nokk bara ein spurningur um tíð áðrenn tað kostar mannalív

Hetta vegastrekkið er ein deyðsfella, heldur løgtingsmaður

Eru nakrar ætlanir um at bøta um ferðslutrygdina við landsvegin við Norðragøtu. Tað skal Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú greiða frá.

Tað er floksfelagið hansara, Uni Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og gøtumaður, sum vil hava greiði á hesum viðurskiftunum

Hann vísir á, at tað eru tríggir vegir úr Norðragøtu, sum binda í landsvegin ígjøgnum Gøtudal, men á hesum trimum krossvegunum ímillum vegin úr bygdini, og landsvegin, henda nógv ferðsluóhapp. Serliga henda nógv óhapp við tær báðar syðru íbindingarnar í landsvegin.

– Ferðsluóhappini, sum henda við innkoyringarnar til Norðragøtu, eru ofta ógvuslig og tað er helst tí at tað er loyvt at koyra 80 á landsvegnum, sigur hann.

Hann leggur afturat, at hóast onkrar ábøtur eru gjørdar á strekkinum, so henda framvegis nógv ferðsluóhapp við hesar innkoyringar.

– Tað tykist, at tað er bert ein spurningur um tíð, til at ein ferðsluvannlukka fer at henda, sum fer at kosta mannalív, sigur Uni Rasmussen.
Hann sigur, at tað eru nógvar meiningar um, hvat skal gerast, eru nógvar. Men ein gongd leið kundi verið at merkt vegin betur, og at bøtt um útsýnið við innkoyringarnar. Ein onnur loysn kundi verið at lækka hámarksferðina á landsvegnum á hesum strekkinum, sigur hann.

Og í næstu framtíð skal landsstýrismaðurin so greiða frá, um nakrar ætlaninir eru á hesum øki, og um so er, eisini, hvat ætlanin er at gera.

Í samferðsluætlanini hjá Landsverki er einki ítøkiligt um akkurát hendan trupulleikan. Men hinvegin hevur Landsverk mælt til at gera tunnil úr Gøtudali, norðan fyri Norðagøtu, yvir um til Skálafjørðin og verður hann gjørdur, slepst undan nógvari ferðslu á hesum vegastrekkinum. Men tað er ein verkætlan, sum liggur naka longur frammi í tíðini.