Tað er neyðugt at hildið verður fram...

...við arbeiðinum at fáa fyribyrgjandi boðskapin út til Føroya fólk, tí innan fyribyrging móti eldi eru tað serliga tryggingarfeløgini, brunaumsjónin og sløkkiliðini, sum áhaldandi mugu fáa boðskapin »betri fyrivarin enn eftirsnarin« út til fólkið.

Tá eg var í feriu uttanlands, hoyrdi eg um syndarligu vanlukkuna, tá tveir dreingir doyðu í herviligum eldsbruna.
Eg sá onkra yvirskrift í bløðunum, at tryggingarfeløgini áttu at givið kundunum roykvarnarar, og tað eri eg púra samdur í, tí fyri tað fyrsta bjargar hetta mannalívum og harafturat minkar hetta um skaðabøturnar.
Hetta var eisini, í mínum arbeiði, nakað eg royndi at fáa leiðsluna at umhugsa, og er tað at frøðast um, at deildarleiðarin, Emil Simonsen, á Tryggingarfelagnum Føroyar í samrøðu nevndi, at spurningurin aftur er til viðgerðar.
Roknað vit við, at feløgini kunnu keypa roykvarnarar fyri 50 kr. stykkið, og hvør kundi skal fáa tveir, er hetta ein eingangsútreiðsla uppá umleið 1,7 milliónir krónur.
Eitt er at fáa sett ein roykvarnara upp á røttum stað, men tað er líka umráðandi at syrgja fyri at hesin virkar, tá brúk er fyri honum, og hetta skal tað áhaldandi upplýsast um.
Hinvegin varð okkara arbeiði bygt á at fáa húsarhaldini at síggja týdningin av at ansa sær og at útvega sær roykvarnarar, eldsløkkjarar o.a., fyri at fáa trygdina uppá eitt hægri støði.
Í 1996 vóru vit og sløkkiliðið í Havn við í stóra átakinum »F-dagarnir«, tá uml. 7.000 skúlanæmingar fingu frálæru um hvussu sleppast kundi undan skaða av t.d. eldi, ferðsluóhappum o.ø.
Eisini varð á hvørjum ári, umvegis fjølmiðlarnar, gjørt nakað á økinum, tí fyri leiðsluna á Brunatryggingini var hetta ein tænasta, vit áttu at veita kundunum.
Tá hugsað verður um fyribyrgjandi arbeiðið, er tað neyðugt við áhaldandi boðskapinum um at ansa sær, og at eitt og hvørt átak í hesum sambandi, er við til at vit kunnu kenna okkum tryggari í hesum annars so ótryggu tíðum.