Í vár verður av álvara farið undir arbeiðið at bora Sandoyartunlinum. Men tað hevur verið nógv kjak um, hvat tann øgilia nøgdin av gróti, sum kemur úr tunlinum, skal brúkast til.
Tunlafelagið sjálvt hevur ætlað at tyrva grótið í haganum oman fyri Velbastað fyri síðani at koyra mold út yvir, so at tað verða til slátturjørð. Tey hava sagt, at hetta er tann lættasta og tann bíligasta loysnin.
Men Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, er als ikki samdur. Tvørtur ímóti sigur hann, at grótið úr Sandoyartunlinum er nógv vert, og tað skal ikki bara tyrvast í haganum, tí eftir hansara tykki er hetta tað sama sum at lata tað fara fyri skeyti.
Men hinvegin sigur hann eisini, at enn er eingin avgerð annars tikin um, hvar grótið skal brúkast til. Men hann leggur dent á at nytta skal fáast burtur úr tí, og tískil skal tað ikki bara tyrvast, so at tað verður neyðugt at keypa grót, næstu ferð, tað er brúk fyri gróti. Tí sigur hann, at tað er neyðugt at samskipa nakrar verkætlanir.
Sjálvur heldur bóndin í Kirkjubø, at tað besta at brúka grótið til, er at leggja tað fram við landi í Kirkjubø, tí so fáast tvey stór øki burtur úr, samstundis sum at tað fer at verja fornminnini fyri briminum. Tað kanst tú lesa meiri um HER
Men hann fær ikki undirtøku fyri tí, hvørki frá Tórshavnar Býráð, ella frá staðbundnu nevndini fyri Velbastað og Kirkjubø og heldur ikki frá Søvnum Landsins, so tann ætlanin er løgd til viks.
Eitt, sum hevur eisini verið tosað um at brúka grótið til at gera eitt stórt ídnaðarøki á Gomlu Rætt, men tað hevur eisini verið tosað um at gera bakkaverju í Kirkjubø
Heðin Mortensen sigur, at tað er bráðneyðugt at gera eina bakkverju í Kirkjubø, tí fornminnini har eru við at fara í havið. Í hesum sambandi hevur ætlanin verið at gera brimgarð fram við bakkanum og at leggja brimbrótarar út í víkina so at tað missur megina, áðrenn tað rakar við land.
Hann sigur, at hetta er ein spurningur, hann fer at taka upp við landsstýriskvinnuna í mentamálum fyrst í árinum. Heðin Mortensen hellur sostatt til, at ein partur av grótinum skal brúkast til tað endamálið. At gera ídnaðarøkið á Gomlu Rætt er eisini ein møguleiki, men tað er eisini ein møguleiki at brúka grótið til at breiðka Kirkjubøarvegin við.
Men ein annar møguleiki, landsstýrismaðurin nevnir, er at leggja grótið á Glyvursnesi og at brúka tað sum grundarlag undir einum framtíðar flogvølli á Glyvursnesi. Tað heldur hann, hevði verið eitt gott endamál og tann spurningin fer hann eisini at taka upp.
Hann vísir á, at kanningar vísa, at besta staðið í landinum til at flogvøll, er á Gyvursnesi, so tað hevði verið ein íløga í framtíðina at lagt grótið har, sigur hann. Hann vísir á, at grótið skal koyrast undir øllum umstøðum, og teinurin, grótið skal koyrast, eigur ikki at vera avgerðandi fyri um tann rætta loysni verður vald.
Les eisini: Vilja gera stórt ídnaðarøki á Gomlu Rætt
Les eisini: Soleiðis verða allir partar vinnarar