Fuglfirðingar hava ætlað sær at kappast, har tað er mest spennandi, men avrikið fríggjakvøldið bendi ikki á, at tað skal vera soleiðis:
- Vit trúgva framvegis upp á tað, tí vit hava gott fólk, og hugburðurin undir venjing hevur verið góður, sigur miðvallarin Høgni Zachariasen, sum eisini staðfestir, at tað er langt á mál
- Tað sást væl, at tað enn restar nógv í at samanspæla liðið. Tað fara vit at arbeiða víðari við, og eg eri vísur í, at vit fara at standa okkum betri, enn vit gjørdu hesa ferð.