Tað er lættari at kappast uttanlands

Klokkan tvey í dag verður 6. umfar í FM kappingini í talvi í Eysturskúlanum. Einsamallur á odda er Helgi Dam Ziska, sum er favorittur, tí hann hevur hægsta styrkistalið. Í dag skal Helgi við svørtum telva ímóti veteraninum Torkili Nielsen, sum higartil hevur staðið seg sera væl:

- Eg gleði meg. Torkil er áhugaverdur telvari og væl fyri. Torkil hevur telvað nógv í ár, og tí er hann í góðari venjing, segði Helgi Dam Ziska fyrrapartin á Rás 2.

Helgi Dam Ziska hevur ikki telvað so nógv seinastu mánaðirnar.

- Tað kemst av, at eg nú gangi í studentaskúla. Tí havi eg ikki tað frælsið at ferðast uttanlands, sum eg áður havi havt, sigur FM favoritturin.

Helgi hevur luttikið í nógvum kappingum, og hann heldur, at tað er lættari at telva í stórum útlendskum kappingum, enn tað er hesa ferð at luttaka í FM.

- Hesa ferð verði eg roknaður fyri at vera favorittur, tí eru hinir kanska eyka uppsettir, tá ið teir hitta meg. Uttanlands eri eg ongantíð favorittur, og tí verður ikki lagt til merkis til mín.

Higartil hevur Helgi ongantíð vunnið FM, og hóast hann er eitt stig fremstur, so heldur hann, at tað er langt á mál.

- Umframt ímóti Torkili skal eg telva ímóti Olafi Berg, Martini Poulsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Talan er um fyrrverandi FM vinnarar, so tað er langt á mál, segði Helgi Dam Ziska fyrrapartin við Rás2.