Tað er ikki pláss fyri Páll Vang í Føroyum

Fyri tveimum árum síðani var Páll Vang á Tvøroyri kendur politikari og ein virkin maður á nógvum økjum. Nú situr hann gloymdur í eini lítlari sjúkrastovu í eini barakk í Havn, og kann onki gera. Í Føroyum er so so lítil hjálp at fáa at nú vil hann bara sleppa til Danmarkar, til umstøðurnar í Føroyum verða betri.

 

Ein sjúkralagna


? Eg biðið ikki um so nógv. Hevði eg bara kunnað verið heima og havt ein bil, so eg slapp ein lítlan túr viðhvørt, hevði eg verið glaður. Men tað nyttar alt onki.

Páll Vang á Tvøroyri hevur langt síðani ásannað, at Føroyar er onki blívandi stað og nú vil hann bara sleppa aftur til Danmarkar.

Fyri tveimum árum síðani kollvelti hervilig sjúka alt hansara lív og tilveruna hjá øllum húski hansara.

Til fyri tveimum árum síðani var hann kendur politikari og ógvuliga virkin á nógvum økjum.

Frá 1981-1985 var hann landsstýrismaður fyri fólkaflokkin. Í 1984 varð hann valdur í Tvøroyrar Býráð. Har kom hann beinanvegin í samgongu og tær báðar seinastu seturnar var hann býráðsformaður.

Somuleiðis hevur hann verið uppstillaður til Løgtingsvalið fyri fólkaflokkin øll hesi árini og á seinasta val í 1998, kundi atkvøðurnar teljast á aðrari hondini sum honum restaði í fyri at blíva valdur.

Sostatt var tað Páll Vang, sum stóð við róðrið á Tvøroyri, tá ið ringasta kreppan í søguni legði alt landið lamið.

Í politikki skerst ikki burtur, at tann skeiva gongdin í Suðuroynni, og í útjaðaranum í Føroyum sum heild, bæði vinnuliga og í fólkatalinum nívdi hann almikið og hann gjørdi tað til sítt hjartamál at fáa vent gongdini.

Tað dylist heldur ikki, at hann sá tað komandi oljuvinnuna sum fremsta møguleikan at fáa vent gongdini í Suðuroynni og hann legði tí eitt stórt arbeiði í at fáa oljuvinnuna til Suðuroyar.

Stóri ansur hansara fyri útjaðaranum í Føroyum gjørdi hann næstan sjálvskrivaðan til formann í Býarfelagnum, sum seks tær størstu kommunurnar skipaðu og tað var í hansara formanstíð, at kommunali veðhaldsgrunnurin kom, sum hevur lætt munandi um skuldina hjá teimum ringast staddu kommununum og hevur gjørt tær førar fyri at koma víðari.

Hann sigur, at í býráðnum hevði hann sera gott samstarv við allar aðrar politikarar og serliga tey fólkini, sum sótu í umsitingini. Tey hava eisini stuðlað honum ótroyttiliga, síðani hann varð sjúkur.

Í frítíðini var tað serliga seyður og seyðahald, sum hevði hansara stóra áhuga og hann hevur nógvan seyð sjálvur.


Ein bráðan enda

Tollaksmessudag 1999 fekk alt hetta ein bráðan enda.

Kona hansara, Elin minnist, at Páll Vang var í sera góðum hýri hendan dagin. Ikki minst fegnaðist hann um, art skattaprosentið loksins varð lækkað 0.25%.

Men um náttina bleiv hann illa sjúkur og fór á Suðuroyar Sjúkrahús, haðani hann beinanvegin varð fluttur á Ríkissjúkrahúsið, har hann varð lagdur undir skurð 3. jóladag. Sjálva nýggjarsnátt, tá ið heimurin trein inn í nýggju øldina, versnaði sjúkan aftur.

Hesa løtuna stóð so illa til, at læknarnir fyrireikaðu konu og børn hansara upp á tað ringasta og ongin væntaði, at hann fór at klára tað.

Men hann gav ikki skarvin yvir og sjey dagar aftaná, vaknaði hann aftur. Aftaná kundi staðfestast, at heilabløðingin, hann hevði havt, hevði gjørt so mikið stóran skaða, at hann als onki kundi.

Páll Vang var so ómetaliga heppin at sleppa á ta sera framkomnu venjingarmiðstøðina Dianalund, sum hevur ment ein nýggjan hátt at venja illa heilaskadd fólk upp aftur.

Fyri at fáa nakað burturúr hesum venjingum, er tað av størsta týdningi, at baklandið hjá sjúklinginum er ílagi.

? Tað hevur tað sanniliga verið, sigur Páll Vang. Umframt konuna, hava eisini allar tær fýra døturnar frá fyrsta degi stuðlað, lyft og gonguvant við mær. Somuleiðis hava skyldfólk og vinfólk í Føroyum og í Danmark stuðlað ótroyttiliga. Saman við venjingini á Dianalund er tað orsøkin til, at hann hóast alt er so væl fyri nú, sum hann er.


Sleppur ikki heim

Fyri at Páll Vang skal kunna mennast og koma enn meiri fyri seg aftur, er áhaldandi neyðugt at venja og stinbra bæði kropp og heila.

Men í Føroyum er ikki pláss fyri fólkum, sum Páll Vang.

Tað eru nú fýra mánaðir síðani, at hann kom heim til Føroyar, men síðani hevur hann verið noyddur at búgva á einum lítlum kamari í einari av barakkunum hjá Landssjúkrahúsinum.

Hann hevur onki at fýlast á starvsfólkið í Heilsiverkinum

? Tey eru sera vælútbúgvin, sera dugnalig og fitt og tey leggja nógv fyri, fyri at hjálpa. Men tey hava so syndarliga vánaligar umstøður og tey gera, hvat tey kunnu.

? Eg eri ikki meiri enn 50 ára gamalur og tað er so mangt, eg kundi havt gjørt enn, bleiv eg so frægur.

Men fyri at blíva so frægur, noyðist eg av landinum. Í Føroyum er sera trupult at fáa tær venjingar, sum skulu til. Á Landssjúkrahúsinum eru eitt nú ikki umstøður at geva honum gonguvenjingar, sum kanska eru tær mest grundleggjandi. Á Suðuroyar sjúkrahúsi hava tey umstøður at geva gonguvenjingar, men ikki aðrar venjingar.

Í løtuni fær hann ikki gjørt so nógv. Hann fær ikki gingið, annar armurin er lamin og sjónin er eisini farin so av lagi, at hann fær heldur ikki lisið.

Hann heldur ikki, at tað er so ómetaliga nógv, hann biðjur um.

Hann sigur, at honum leingist ómetaliga illa heim til Tvøroyrar, men tað er ikki hugsingur um.

? Líka síðani eg varð sjúkur, hava vit roynt at fáa stuðul til at fáa húsini broytt, so at eg kann vera í teimum. Vit hava eisini roynt at fingið ein bil, so eg kundi sloppið ein lítlan túr av og á.

Tað er eisini ein grundleggjandi tørvur á, at heimarøktin fær eina døgntænastu, tí Páll Vang hevur eisini brúk á stuðuli um næturnar.

?Meiri biði eg ikki um. Hevði eg kunna fingið tað, hevði eg verið glaður.

Men hann er farin at ásanna, at tað er ómetaliga tungt og gongur long tíð at fáa nakrar sømdir

? Tað hendir púra onki og øll skumpa trupulleikan frá sær og soleiðis gongur frá stovni til stovn. Tosa vit við ein stovn, er tað ein annar, sum hevur ábyrgdina og soleiðis er tað allan vegin, so hóast tað eru tvey ár síðani, at eg varð sjúkur, eru viðurskiftini ikki greið enn.


Aftur til Danmarkar

Tað er ikki mannsømiligt at bjóða fólki, sum Páll Vang, at tey skulu verða búgvandi á Sjúkrahúsi restina av lívinum.

Á Landssjúkrahúsinum eru umstøðurnar eisini vánaligar hjá fólki, sum honum.

Men, fyrrenn tað verður skipað so fyri, at hann kann fáa stuðul heima, er ikki hugsingar um at hann kann flyta heimaftur.

Páll Vang hevur tí ásannað, at einasti máti at koma víðari í lívinum, er at fara niður aftur til umstøðurnar í Føroyum eru blivnar betri, so at hann kann fáa stuðul heima.

? Ein dóttir, sum býr niðri, kemur heim at halda jól. Hevði eg eisini kunnað sloppið suður á Tvøroyri at hildið jól, so alt húski fekk nakrar dagar saman, hevði eg verið fegin, Men aftaná jól er onki at gera, uttan at fara niður aftur á Dianalund, har tey hava játtað at taka meg aftur.

Har skal hann so fáa venjingar í at ganga, at fáa rørslu aftur í armin og at fáa sjónina í rættlag.

Ætlanin er so, at hann skal vera í Danmark, til umstøðurnar eru blivar so frægar í Føroyum, at hann kann sleppa heim til sín sjálvs at vera. Men tað kann so ikki, fyrrenn húsini eru broytt, bilurin er komin og lógin er broytt, so at hann kann fáa stuðul heima og fyrrenn hann annars kann fáa tær venjingar, sum eru neyðugar.


Gloymdur

Páll vang sigur, at síðani hann bleiv sjúkur, hevur hann fingið eyguni upp fyri mongum, sum hann ikki hugsaði so nógv um áðrenn.

? Eg vildi aldrin trúð, at tað var so ringt at blíva álvarsliga sjúkur í Føroyum og at heilsu- og almannaverkið ikki kunnu veita nakra sjálp og at skipanin er so stirvin at onki hendur. Men tað ringasta er næstan, at øll skumpa ábyrgdina undan sær.

Tað, sum nívur hann mest er kortini tað, at nú tykist tað, sum um øll hava gloymt hann.

Hann hevur roynt at hildið skansan hjá fólkaflokkinum í yvir 20 ár í sjálvari háborgini hjá javnaðarflokkinum og tað hevur ikki altíð verið tespuligt.

?Fólkafloksmenn sótu javnan onkuntíð gott inni hjá mær á Tvøroyri. Men síðani eg varð sjúkur, hava teir gloymt meg fullkomiliga. Ongin hevur spurt eftir mær og tað er bara ein fyrrverandi tingmaður, sum hevur vitjað meg. Heldur ikki tað hálvtannað árið, eg lá sjúkur í Danmark, sá eg nakran, heldur ikki so frægt sum fólkatingsmannin úr minum egna flokki.

? Politikarar hugsa bara um teg og meg, tá ið teir hava havt brúk fyri atkvøðuni.

Hann dylir heldur ikki fyri, at alt tað, sum er farið fram, hevur gjørt, at hann fullkomiliga hevur mist áhugan fyri partapolitikki og tað fer hann ikki uppí aftur.

? Verði eg so frægur, havi eg ein dreym um at kunna gera okkurt, sum kundi gjørt umstøðurnar frægari hjá teimum, ið koma í somu støðu sum eg. Akkurat hvussu, veit eg ikki enn, men tað er nógv, sum liggur á láni.

Hann sigur, at tað, sum nú liggur fremst fyri, er at fáa sjónuna og hendurnar so frægar, at hann fær skriva á teldu, umframt gonguvenjingarnar, sjálvandi.

So tá ið flúgvarin einaferð eftir nýggjár lættir sær úr Vágum, er Páll Vang eitt av ferðafólkunum, tí í Føroyum, her hann hevur livað og virkað alt sítt lív, er ikki pláss fyri honum, nú hann bleiv sjúkur.