Levi Mørk, valevni til løgtingsvalið. Javnaðarflokkurin
-----------------
- Nógvir almennir stovnar hava atgongd til fólk við koyristóli, men tað er ikki allastaðni hetta letur seg gera.
Tað er heldur ikki pláss allastaðni til ein hjálpara, (tey sum ikki kunnu koyra koyristólin sjálvi, men hava tørv fyri einum hjálpara).
Hinvegin vantar tað nógv almenn WC til fólk við skerdum førleika á teimum ymiskum almennum og privatum stovnum í Føroyum. T. e. á fleiri posthúsum, í bankum, umborð á strandfaraskipunum t. e. umborð á SAM, Ritan, Silberin og Másanum. So her er ikki lætt hjá teimum at ferðast til tær ymisku útoyggjarnar.
Somuleiðis er eingin rampa til fólk við skerdum førleikum við Bygdaleiðum hjá SL, og har ber ikki til at ferðast hjá fólkið við koyristóli.
Tey støðini sum eru best fyri er ivaleyst Ellis- og Røktarheimini í Føroyum, men tað skuldi eisini bara mangla.
Her er nógv at taka fat í, um vit skulu fáa okkum upp á altjóða støði. Hetta er ikki gott nokk og má raðfestast hægri frá politiskari síðu.
Sí, annars leinkju frá MBF, um støðuna hjá fólki við skerdum førleika í Føroyum, har yvirlit er um alt landið. Sí www.mbf.fo/get.file










