Tað var heilt greitt í Sarpugerði mikukvøldið, at málleysi javnleikurin gleið væl niður hjá heimafólkunum. Venjarin, Sámal Erik Hentze, dugir væl at vera fokuseraður og at geva til kennar, at tað stendur nógv upp á spæl, nú Suðringar seinnapartin vera gestir í Sarpugerði:
-Vit hava framvegis fimm stig at geva av, so tað er í lagi, nú tað eru tólv stig eftir at spæla um. Nú spæla vit ímóti okkum sjálvum, og vit eru greiðir yvir, at um vit ikki eru púra klárir, so kunnu vit tapa ímóti Suðringum, sigur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze.
Hóast 3-0 tap í Gundadali ímóti B36 so hava Suðringar mest sum rokkið málið, ið var at varðveita plássið í bestu deildini.
-B36 í Gundadali og nú toppliðið á útivølli eru risa stórar avbjóðingar. Vit arbeiða nógv, royna at verja okkum til eitt stig og so smekka til, tá ið hálvur møguleiki er í hinum endanum. Tað verður neyðugt at vinna okkurt stigið aftrat, sigur Jón Krosslá Poulsen hjá Suðringum.










