Í eina tíð hevur verið tosað um at byggja ein nýggjan handilsdepil í miðbýnum í Klaksvík. Stór útfylling er gjørd innast á vágni í Klaksvík, og har skal handilsdepilin eftir ætlan byggjast einaferð í framtíðini.
Men eingin ítøkilig ætlan um bygging er komin fram alment enn, og síðani nýggir eigarar tóku yvir í Klaksvíkar Timburhandli, hava teir boðað frá, at teir hava ætlanir um at gera ein nýggjan stórhandil í bygninginum hjá Timburhandlinum á Stongunum.
Tað er gott, at fólk hava visiónir og ætlanir við sínum virksemi, og eg ynski eigarunum av Klaksvíkar Timburhandli vælkomnum til Klaksvíkar. Ein nýggjur handil á Stongunum er eingin forðing fyri, at ein handilsdepil verður gjørdur í miðbýnum, tí ein býur skal innihalda nógvar møguleikar, og hesir báðir møguleikar nýtast ikki at forða hvørjum øðrum, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.
Hann er ein av teimum, sum arbeiðir við nýggja handilsdepilinum á Sandinum í Klaksvík.
Tað hevur ongantíð verið ætlanin, at ein handilsdepil í miðbýnum skal støvsúgva alt annað virksemi í býnum. Tað verður pláss fyri nógvum handilsligum virksemi fyri at tað, um eitt stórt sentur verður bygt.
Og hóast eingin ætlan er løgd fram alment enn um hesa bygging, so livir hugskotið framvegis.
Tað er gongd í ætlanini um ein handilsdepil í miðbýnum, og tær kanningar, sum vit hava gjørt higartil, vísa, at tað ber til við slíkum depli. Skal Norðoya Sparikassi verða við í ætlanini, so skulu vit eisini tryggja okkum, at okkara íløga kann kasta nakað av sær, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Ein slík ætlan er umfatandi, og hon tekur tíð at fyrireika. Vit brúka ta tíð, sum er neyðug, og vit fara ikki at leypa framav, sigur hann.