Sosialurin tosaði við brúðarpørini, sum, hóast tey øll hava úr at gera til stóra dagin, vóru sera spent, opin og fitt at tosa við.
Felags fyri næstan øll var, at brúdleypið verður hildið nú um ólavsøkuna, tí tá koma útisetarnir heim - einamest úr Danmark. Fleiri høvdu eisini jubileum um høgtíðina, tí tey komu saman júst á ólavsøku.
Eitt annað, sum var felags fyri øll var felagssangurin. Øll brúðarpørini høvdu fyrireikað sangir til gestirnar, og er hetta helst eitt serkenni her á landi. Hetta er sostatt ein siður, sum fólk vilja varðveita – helst tí teimum líkar hann.
Eisini tosaðu vit eitt sindur um, hvat tað týdningarmesta er, fyri at fáa eitt gott hjúnalag. Har vóru tey flestu samd um, at erligheit, opið samskifti og virðing fyri tí einstaka hava alt at siga.
Amorinurnar verða í øllum førum luftaðar um høgtíðina; vónandi bæði hjá teimum, sum hava funnið sær ein at fylgjast við á lívsleiðini, og hjá teimum, sum ikki hava funnið sær ein vin fyri lívið enn. Á ólavsøku átti úrvalið at verið bæði fjølbroytt og rúgvismikið, so um viljin er til staðar, átti tað var borið til at funnið sær ein maka – um ikki fyri lívið, so fyri nakrar tímar – ella kanska var rættari at leita í einum av mongu brúdleypunum..
Lagt til rættis: Rigmor Dam