Tað er ófatiligt, at manningarfeløgini ikki siga eitt orð fyri at mótmæla fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni.
Tað sigur Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.
Hann var hvassorðaður nú samgongan hevur samtykt at hækka veiðigjøldini. Hann visir á, at nú fara manningarfeløgini at fáa eina eykarokning frá samgonguni
Men hann sigur, at nú letur ikki í teimum fyri at mótmæla, og hann sigur, at tað undrar hann tá ið hann hugsar um, hvussu harðliga tey mótmæltu, tá ið undanfarna samgonga samtyktu nøkur gjøld.
Hendan samgongan hevur samtykt at strika uppboðssøluna, men fyri at landskassin ikki skal missa inntøkur, verða ymisk veiðigjøld hækkað ístaðin.
Tað er upplýst, at nú koma manningarnar at rinda 8,34 prosent meiri av veiðigjøldunum, enn tey høvdu gjørt, um so varð, at uppboðssølan varð varðveitt.
Í undanfarna valskeiði brúkti Fólkaflokkurin annars nógva orku upp á at mótmæla, at manningarnar skuld rinda ein part av teimum gjøldum, sum veiðirættindi kostaðu.
– Men nú hoyrist ikki eitt kis frá manningarfeløgunum og tað er ófatiligt, sigur Høgni Hoydal.
Og hann undrast eisini á, hvussu tað ber til, at manningarfeløgini hava kíkað øllum og eru farin í part við reiðarunum í hesum máli.
Hinvegin undrast hann ikki á, at reiðararnir eru so tigandi, tí aftur fyri at rinda nakrar fáar millinónir meiri í veiðigjøldum, hava teir nú fingið virði fyri hundraðtals milliónir – hvørt einasta ár frá hesi samgonguni, sum teir so aftur kunnu keypa og selja ímillum sín, akkurát sum teir vilja. So tað er væl skilligt, at teir halda seg kúrrar, heldur Høgni Hoydal.
– Reiðararnir, sum hava stuðlað Fólkaflokkinum í valstríðnum, hava nú fingið kontanta avrokning og fáa virði fyri hundraðtals milliónur um árið, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at hetta er eitt dømi um, at tá ið tað ráa peningavaldið fær maktina, og øll atlit til samfelagsins besta, og fólkaræðið, verður skúgva til viks, verða fólk óttafull, og lata seg draga upp á tráð av Fólkaflokkinum, sum umboðar ein lítlan brotpart av Føroya Fólki.
Men serliga lastar Høgni Hoydal Sambandsflokkinum fyri at kíka øllum, sum Fólkaflokkurin borðreiðir og fyri at hava gjørt seg til stuðulsflokk hjá Fólkaflokkinum.