Prístalið
Tey sum tvíhalda um, at prísirnir í Føroyum eru hækkaðir so nógv hesi seinastu árini, hava ikki grein í sínum máli.
Tvørturímóti er tað so at siga hvørki blivið bíligari ella dýrari at liva í Føroyum hesi seinastu árini.
Verður hugt eftir hesum seinastu trimum árunum, er tað bara blivið 1,5% dýrari at vera føroyingur.
Tað vísir nýggjasta uppgerðin yvir brúkaraprístalið, sum Hagstovan hevur gjørt.
Brúkaraprístalið hjá Hagstovuni vísir, hvussu prísgongdin hevur verið á teimum vørum og tænastum, sum fólk keypa og betala fyri.
Prístalið vísir sostatt ikki hvussu tað gongur við skattum og avgjøldum.
Og tað nýggjasta brúkaraprístalið vísir, at sum heild hava prísirnir bara hækkaðir eitt lítið vet hesi seinastu trý árini,
Hagstovan hevur roknað prístalið út síðani 1. ársfjórðing í 2001.
Príshækkingarnar á ymsum vørum verða síðani roknaðar eftir prísunum, sum teir vóru 1. ársfjórðing í 2001.
Fyri at fáa eina mynd av prísgongdini, er prístalið 1. ársfjórðing í 2001 sostatt sett til 100.
Hevði prístalið nú verið minni enn 100 merkir tað sostatt, at prísirnir eru lækkaðir, men er prístalið hægri enn 100, eru prísirnir hinvegin hækkaðir
Og tann nýggjast uppgerðin hjá Hagstovuni vísir altso, at seinasta ársfjórðing í fjør var prístalið hækkað upp í 101,5.
Sostatt eru prísirnir sum heild bara hækkaðir 1,5% hesi seinastu trý árini.
Men prístalið vísir eisini, at í 2003 bleiv tað blivið eitt lítið vet bíligari at liva í Føroyum.Fyrsta ársfjórðing í 2003, var prístalið 101,9, men síðsta ársfjórðing var tað 101,5.
Sostatt varð tað 0,4% bíligari at búgva í Føroyum, tá ið 2003 verður tikið fyri seg.
Tá ið hagstovan fór at rokna prístalið út, tók hon eitt miðal húskið í 1998 og metti, hvussu stóran part av inntøkuni hetta húski brúkti til tey ymsu endamálini.
Soleiðis er hagstovan komin fram til, at 21,3% av inntøkuni hjá einum vanligum húski fara til mat og drekka, 20,2% fara til býli, 5,9% av inntøkuni fara til rúsdrekka og tubbakk, o.s.fr.
Og tað er eisini rættiliga stórur munur á, hvussu prísgongdin í teimum ymsum bólkunum hava verið, síðani Hagstovan fór at gera prístalið upp.
Eitt nú eru matur og drekka sum heild dýrkað 3,4% hesi seinastu trý árini. Hinvegin eru útreiðslurnar til býli lækkaðar heili 8%. Flutningur er dýrkaður 6,2% og prísirnir í tí bólkinum, sum eitur frítíð og mentan, eru dýrkaði 7,4%.
Hinvegin eru prísirnir á tí økinum, sum eitur samskifti, lækkaðir heili 13,9% Her er talan um postflutning, teleútgerð og telesamskiftið,
Prísurin á kjøti er lækkaður 1,5%, men prísurin á breyði og kornvørum er hækkaður 8,9% og á mjólk, osti og eggumer hann hækkaður 6,6%
Men tað kunnu eisini vera stórur munir á einstøkum vørum í teimum ymsu høvuðsbólkunum. Nevnast kann, at í bólkinum, sum eitur samskifti, er postflutningurin dýrkaður 19,6%, men teleútgerð og teletænastur eru lækkaðar yvir 15%.
Hetta hevur tó lítið at týða í samlaða roknistykkinum hjá einum húsarhaldi, tí tað verða bara 4,6% av inntøkuni brúkt til hesi endamál.