Tað er eitt gott hugskot – men tað má ikki kosta nakað

Tað er ikki ofta, at samgongan tekur undir við einum uppskoti frá andstøðuni, men tað hendir í hesum føri

Tað er ikki so ofta, at samgongan í Løgtinginum tekur undir við einum uppskoti frá andstøðuni. Men tað hendi í hesum førinum, har Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen, løgtingslimir fyri Framsókn hava lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at ellis- og røktarheim skulu fáa hava fastan kommunulækna knýttan at heiminum.

Í dag er tað soleiðis, at serliga í teimum stóru kommununum, brúka starvsfólkini á ellis- og røktarheimum, nógva tíð upp á at fáa fatur á kommunulæknum. Samstundis er tað nógv ferðing aftur og fram til viðtalur, og tað er tíðarkrevjandi fyri kommunulæknarnar at fara til viðtalu á teimum ymsu heimunum.

Og tá ið tað ikki ber til hjá læknanum at koma á staðið, er avleiðingin ofta, at sjúklingurin verður innlagdur, hóast tað annars kundi verðið fyribyrgt.

Fáa heimini ein fastan kommunulækna, merkir tað, at sami kommunulækni vitjar heimið eina ferð um vikuna, ella so, har hann umrøður støðuna hjá búfólkunum eftir tørvi, saman við starvsfólkunum.

Hetta er ein skipan, sum er roynd í Danmark við góðum úrsliti. Kanningar úr Danmark vísa, at úrslitið av hesi skipanini er, at innleggingarnar minka 28%, endurinnleggingar minka 27%, stutttíðar innleggingar minka 14%, umframt at óneyðug heilivágsnýtsla minkar munandi.

Ein slík skipan er roynd í Føroyum har Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur roynt tað við góðum úrsliti.

Men sáttmálin ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Kommunulæknafelagið heimilar ikki avtalum um fastan røktarheimslækna, og tað forðaði fyri, at tann skipanin gjørdist varandi.

Ognú Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið, hendi tað óvanliga, at tey eru samd um, at hetta er eitt gott uppskot. Men tey leggja kortini dent á, at tað má ikki verða soleiðis, at ein nýggj skipan verður bygd upp til hetta endamálið, sum ger at útreiðslurnar fara at hækka.